Spenningurin hevur verið stórur kring allan heim undan navngevingini av fyrsta grøna metanol skipinum hjá danska reiðaríinum Mærsk, nú hetta er byrjanin til eitt heilt nýtt kapittul í altjóða skipaferðslu og sjóvinnu, har grøn brennievni skulu avloysa fossila orku.
Og tað er einki at siga til, at flest allir danskir miðlar hava hendingina á sínum forsíðum í dag. At forkvinnan í ES-nevndini er komin til Keypmannahavnar at navngeva skipið ger ikki hendingina minni áhugaverda og týðandi.
At nýggja skipið fekk navnið Laura Mærsk var ikki av tilvild. Fyrsta skipið yvirhøvur hjá Mærsk í 1886 var Laura. Tað umboðaði eina týðandi broytingartíð innan skipaferðslu, har farið var frá seglskipum til oljurikin skip. Nú verður so gingið frá fossilriknum skipum til grønrikin skip - ein broyting, sum vil nakað.
Ursula von der Leyen brúkti høvið til at kunngera, at ES fer at arbeiða fyri at gera altjóða skipaferðsluna meira grøna. -Hetta er ikki einans eitt stórt stig fyri Danmark og Evropa men er tað fyri allan heimin.
Skipið fer at kunna brúka vanliga bunkaraolju eins og sigla við metanol, har útlátið er 65% minni. Hetta er eitt kærkomið amboð í eini vinnu, sum fevnir um 3% av altjóða útlátinum.
-Shipping, skipaferðsla er altjóða og tí er hetta fyrsta skipið av sínum slag bara byrjanin til nakað nógv størri. Vit arbeiða fyri at skerja CO2 útlátið innan sjóvinnuflutning, segðu ES forkvinnan m.a.
Stjórin í Mærsk Vincent Clerc segði m.a., at hetta fyrsta skipið er eitt avgerandi stig til at finna loysnir innan shipping vinnuna, men eisini eitt stig, sum fer at eggja øðrum innan aðrar vinnur til at ganga undan í grøna orkuskiftinum.
Mærsk hevur í dag 700 skip. Og komandi árini fer reiðaríið at endurnýggja flotan við 20 metanolriknum skipum. Annars verður eisini arbeitt við at broyta motorarnar á verandi skipum, soleiðis at tey kunnu brúka metanol eisini.
Ein av stóru avbjóðingunum er tó at fáa nóg mikið av metanoli til høldar. Umframt at bygt verður ein verksmiðja í Danmark til at framleiða grønt metanol, so hevur eitt nú norska orkufelagið Equinor lagt seg eftir at framleiða metanol til skipaferðsluna og verður metanol frá Equinor tí eisini partur av brennievninum hjá nýggja Mærsk skipinum.
Eisini A.P. Møller Holding, sum eigur Mærsk, er við at gera stórar íløgur í fyritøkur, sum skulu framleiða metanol.
Keldur: Søfart, Politiken, EnergyWatch
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald