Kenda danska fyritøkan Maersk Supply Services, har eisini nógvir føroyingar teljast millum starvsfólkini, hevur ment eitt spildunýtt konsept til skip í sambandi við uppsetan av havvindmyllum.
Fyritøkan hevur tikið hetta stigið, nú tað hevur gjørt avtalu við orkufeløgini Equinor og BP, um at standa fyri flutningingi og uppseting av risastórum Vestas vindmyllum á amerikanska landgrunninum.
Maersk, sum í mong ár hevur verið leiðandi at veita tænastur til havs á olju- og gassøkinum kring allan heimin, brúkar nú vitanina og royndirnar frá sínum oljuvirksemi í arbeiðinum at menna vindorkuna til havs. Nýggja sniðgevingin av einum vindmylnufari fer at økja um effektivitetin við 30% í mun til verandi arbeiðshættir við sonevndum Jack-up førum. So hetta stigið er við til at seta við til at seta ferð á grøna orkuskiftið.
Stjórin í Maersk Offshore Serevices, Steen Karstensen, vitjar í Tinganesi saman við roynda føroyska skiparanum Kjartan Mohr, her saman við Bárði á Steig Nielsen, løgmanni og Magnus Rasmussen, vinnuráðharra. Mynd Jan Müller
Sáttmálin, sum Maersk Supply Service hevur gjørt, hevur samband við stóru vindorkuútbyggingina út fyri New York, nevnd Empire Offshore Wind. Við hesi fyrstu avtaluni av sínum slag er danska fyritøkan veruliga við at fáa fótin fastan innan menning av vindorkuvinnu til havs. Maersk hevur drúgvar royndir innan oljuvinnuna við sínum mongu skipum. Mong teirra við føroyskari manning. Enn eitt vakstrarøki hjá felagnum er at fáa bilbugt við nógv plasttilfarið, ið flýtur á havsins høvum.
Føroyingar, sum manna skipini hjá Maersk Supply Service, saman við stjóranum Steen Karstensen í kirkjuni í Kirkjubø.
Steen S. Karstensen, stjóri í Maersk Supply Service sigur í eini viðmerking til avtaluna, at áralongu royndirnar hjá fyritøkuni koma nú val við í nýggju vindorkuvinnuni til havs.
Steen vitjaði í Føroyum í fjør, har hann hitti løgmann og landsstýrismannin í vinnumálum umframt føroyingar, sum arbeiða hjá felagnum. Hann kom til Føroya fyri at takka mongu føroyingunum, sum hava verið og eru í tænastu hjá Maersk Supply Service fyri teirra arbeiði og bjóðaði samtíðis føroyingum at arbeiða hjá fyritøkuni. Og hvør veit - kanska vit fara at síggja fleiri føroyingar til arbeiðis umborð á nýggja vindmylnuskipinum í USA.
Nýggja vindmylnuskipið verður bygt í Singapore og verður liðugt í 2025. Tá fer tað at seta upp V236-15 MW-vindmyllur frá Vestas saman við tveimum nýbygdum sleipibátum og prámum.
Eitt av mongu veitingarskipunum hjá Mærsk Supply Service, har føroyingar eru at síggja bæði á brúnni og í maskinrúminum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald