Treytað av at býráðið góðkennir undirritaðu ætlanarfráboðanina (§ 4), millum Runavíkar kommunu og Pf. Magn, fer felagið at fyrireika eina nýggja orkugoymslu á havnarlagnum í Søldarfirði – niðanfyri gomlu tangarnar frá seinra heimsbardaga. Hetta skrivar Runavíkar kommuna á síni heimasíðu og skrivar m.a.:
-Eftir drúgva tilgongd hittust partarnir á gomlu havnarskrivstovuni í Søldarfirði í morgun, og skrivaðu undir eina avtalu, sum verður grundarlag undir einum nýggjum leigusáttmála partanna millum. Finn Jakobsen og Gunnar Mohr umboðaðu Pf. Magn, meðan kommunan var umboðað av borgarstjóranum, býarverkfrøðinginum og havnarmeistaranum.
![]()
Fyri einum stórum ári síðan gjørdu kommunan og Pf. Effo eina átøka avtalu, og síðan er grótfylla løgd suður frá bryggjuøkinum á staðnum. Nakað av fyllu skal til afturat fyri at bæði feløgini kunnu rúmast á nýplaneraða økinum. Landsbyggifelagið og tekniska deildin hjá kommununi fyrireika annars tann partin av verkætlanini, sum er kommununar partur .
Ein orsøkin til útbyggingarnar er sjálvandi hon, at tangarnir frá stríðsárunum eru farnir at eldast, og í ætlaðu nýbyggingini verður lagt upp fyri teimum broytingum í orkunýtslu, sum ivaleyst fara at taka seg upp í framtíðini. Tangarnir hjá bretska hervaldinum, sum Føroya løgting eigur, vóru annars fyrireikaðir í gerðinum hjá Peturi úti á Bø í 1942 og longu í september mánaða í 1943 vóru bretar og føroyskir arbeiðsmenn lidnir at byggja teir ikonisku tangarnar, har ið brennievni skuldi goymast til sameindu herskipini.
Undirritaða avtalan er nú sett á skrá og verður viðgjørd í nevndum og verður síðan sett á skrá til býráðsfundin hósdagin hin 3. november. Ætlanin er í næstum at skipa fyri borgarafundi í Søldarfirði um málið skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald