Russland hevur í mong ár verið ein av høvuðsveitarunum av gassi til lond í Evropa. Henda gongdin hevur ført til, at Russland hevur ment flutningsleiðirnar fyri gassi til evropeiska marknaðin, seinast við gassleiðingini Nord Stream 2, ið gongur úr Russlandi til Týskalands.
Undir Trump forseta fekk Russland at vita, at USA fór ikki at góðkenna hesa ætlan, tí mett varð, at hon fór at kunna verða misbrúkt av Russlandiímóti Vesturheiminum. Dømi um slíkt misbrúk hevur longu víst seg í Ukraina. Trump setti í verk sanktiónir móti Russlandi í hesum sambandi. Øll feløg, sum vóru við til at gera verkætlanina lidna, fingu at vita, at USA fór at boykotta tey. Tað seinkaði ætlanina, men nú hevur Biden forseti so gjørt eina avtalu við týsku stjórnina um at góðtaka liðuggerð av gassleiðingini - til tess at veitveita og menna góðu viðurskiftini millum USA og Týskaland. Hetta hóast stóra mótstøðu í bæði USA og Evropa.
Russar siga, at teir fara ikki at brúka orku sum vápn og vilja hava, at sambondini millum Russland og Evropa eru góð eisini í truplum tíðum. USA ger greitt, at um tekin eru um, at Russland misbrúkar sína støðu, so fer tað at fáa avleiðingar alt fyri eitt.
Týskarar vísa á, at gassleiðingin fer at geva Týskalandi bíliga orku, sum aftur fer at gera tað lættari hjá landinum at skifta frá kolaorku og kjarnorku til meira grøna orku. Týski kanslarin Merkel sigur, at Russland eigur eisini at endurskoða sínar avtalur við eitt nú Ukraina.
Russiski forsetin segði herfyri í telefonsamrøðu við Merkel, at landið fer ikki at misbrúka avtaluna politiskt. Gassleiðingin kostar 75 mia. kr. Hon fer at gera tað møguligt at tvífalda russisku veitingarnar av gassi til Týskalands. Gassleiðingin fer uttan um Ukraina, og tað ger, at Ukraina missir stórar inntøkur. Fyri at viga upp ímóti hesum missi siga orkuleiðarar í Ukraina, at Russland eigur at góðtaka, at landið gerst limur í NATO:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald