Uttanlands

Methøgar olju- og gassinntøkur frá norska landgrunninum

Høg framleiðsla av olju og gassi frá tilsamans 94 oljuleiðum, stórur eftirspurningur og høgir rávøruprísir hava við sær, at inntøkurnar hjá norska statinum frá kolvetnum eru søguliga høgar. Hetta er ikki minst takkað verið teir methøgu gassprísirnar.

Ein fegin stjóri í norska Oljudirektoratinum, Ingrid Sølvberg, nú olju- og gassvinnan á landgrunninum ongantíð seinastu 50 árini hevur givið so góð úrslit. Og framtíðin sær eisini bjørt út.

Ein fegin stjóri í norska Oljudirektoratinum, Ingrid Sølvberg, nú olju- og gassvinnan á landgrunninum ongantíð seinastu 50 árini hevur givið so góð úrslit. Og framtíðin sær eisini bjørt út.

2022-01-14 12:52 Author image
Jan Müller
placeholder

Hesi fyri norðmenn kærkomnu tíðindini kundi stjórin í norska Oljudirektoratinum, Ingrid Sølvberg, koma við, tá hesin týðandi norski stovnurin kundi hátíðarhalda sín 50 ára stovningardag hósdagin.

-Vit rokna við eini støðugari høgari framleiðslu eisini tey komandi árini. Nógv nýggj fund um somu tíð sum nýggjar olju- og gassleiðir verða útbygdar komandi árini gera, at framleiðslan væntandi fer at vaksa heilt fram til 2024, sigur norski oljustjórin.

[object Object]

Tá Johan Sverdrup oljuleiðin í Norðsjónum er liðugt útbygd fer henda risastóra oljuleiðin at standa fyri 35% av allari norsku olju- og gassframleiðsluni. 

4 mió. tunnur um dagin

Framleiðslan í 2021 var uppá 642 mió. tunnur av olju og 113 mia. standard kubikkmetrar av gassi, sum svarar til 4 mió. tunnur av olju um dagin og er tað ein minni hækking frá árinum frammanundan. Í fjør fóru fimm nýggjar leiðir undir framleiðslu. Hesar eru Duva, Yme, sum eru gamlar oljuleiðir, sum nú eru farnar undir aftur  framleiðslu av nýggjum, síðani Solveig, Martin Linge og Ærfugl. Hesar eru í Norðsjónum og í Norskahavinum.

[object Object]

Johan Sverdrup 35% av allari oljuni

Risastóra oljuleiðin Johan Sverdrup, stig 1, koyrir við fullari ferð og arbeitt verður við at fara undir stig 2 av útbyggingini í hesum árinum. Tá framleiðslan á Johan Sverdrup kemur í hæddina, fer henda  einstaka oljuleiðin at standa fyri 35% av allari oljuframleiðsluni á norska landgrunninum. Í hesum árinum verður roknað við, at oljufeløg fara at lata inn fleiri tíggjutals útbyggingarætlanir.

Tað er ikki nóg mikið við hesum. Uppaftur fleiri nýggjar leiðir koma aftrat. Myndugleikarnir hava fingið útbyggingarætlanir fyri heili átta øki aftrat í 2021.

Lagaligari oljuskattur stóran týdning

Norski oljustjórin vísti í áhugaverdu framløgu síni á netinum á, at broytingin í oljuskattinum eigur sín lut í vaksandi virkseminum. Men sjálvt uttan henda skattapakkan, so høvdu kortini flestu av verkætlanunum verið framdar, tó onkrar eitt sindur seinni.

Tilsamans eru gjørdar íløgur uppá 150 mia. kr. í oljuleiðir og menning av fundum á norska landgrunninum í 2021. Tað er so nakað minni enn árið fyri.

[object Object]

Eitt vælútbygt undirstøðukervi við pallum og orkuleiðingum á norska landgrunninum er ein høvuðsorsøkin til, at fleiri og fleiri nýggjar oljuleiðir kunnu útbyggjast, sjálvt smærri øki. NOAKA er eitt dømi um, hvussu roynt verður at troyta væl útbygda undirstøðukervið.

Íløgur hækka  frá 2023

Oljudirektoratið roknar við eini framhaldandi minking í íløgunum í 2022, men eftir tað fara tær at vaksa aftur heilt fram til 2025. Íløgurnar hava við sær framhaldandi høga og lønandi framleiðslu fram til 2030. Tá vísa dagsins ætlanir, at framleiðslan fer at minka. Hvussu nógv og hvussu skjótt veldst um, hvussu nógva nýggja olju og gass feløgini finna.

Um somu tíð sum framleiðslan er høg, so minkar eisini CO2 útlátið. Høvuðsorsøkin til tað er nýtslan av orku úr landi. Málið er, at útlátið í 2030 skal koma niður í helvt samanborið við støðið í 2005.

Stórur áhugi fyri at leita

Áhaldandi leitingin og stóra talið á leitibrunnum hevði við sær 18 nýggj olju- og gassfund í 2021, og samlaða talið á leitibrunnum var 40. Ingrid Sølvberg roknaði við, at tað verða boraðir 30 til 40 leitibrunnar á norska landgrunninum í ár.

Tað vísir seg at vera stórur áhugi fyri at leita eftir nýggjum olju- og gassgoymslum í norskum øki. Millum 30 og 40 oljufeløg luttaka í leitingini og loyvini eru tvífalt so nógv.

Tað henda eisini stórar broytingar á norska landgrunninum, har nýggj feløg og nýggjar vinnur gera seg galdandi. Eitt nú verður vindorka til havs raðfest høgt og er Hywind Tampen heimsins fyrsta verkætlan, sum hevur fyri eygað at framleiða og veita vindorku til havs til oljupallar. Vindmyllurnar í hesi verkætlan verða settar upp í ár.

[object Object]

Norðmenn kanna í løtuni, um mineral á havbotninum kunnu gerast ein framtíðar vinna. (Slík finnast eisini á føroyska landgrunninum, red.)

Nýggj mineralvinna

Ingrid  Sølvberg nam eisini við nýggjar vinnur á landgrunninum, eitt nú útvinnan av mineralum á havbotninum, sum kann gerast ein spildurnýggj vinna í Norra. Í fjør stóð Oljudirektoratið saman við lærdum háskúlum fyri eini kanning av hesum mineralunum. Fyribils úrslitið av kanningum seinastu fýra árini vísa, at tað finmast stórar áhugaverdar nøgdir av sonevndum manganskorpum og sulfidum á norska landgrunninum.

Stórir møguleikar at goyma CO2

Oljudirektoratið hevur eisini arbeitt við at kortleggja møguleikarnar fyri CO2  goymslu í undirgrundini. Tøl vísa, at pláss er fyri at goyma 80 mia. tons av CO2, sum svarar til norska útlátið í 1500 ár.  

-Vit síggja vaksandi áhuga hjá feløgum at fáa atgongd til øki í undirgrundini, sum tey kunnu brúka til CO2 goymslur. Í 2021 fingu vit umsóknir frá fimm feløgum til tvey øki, sum vórðu bjóðað fram í 2021 sigur norski oljustjórin.  

[object Object]

Olju- og gassframleiðslan í Noregi fer fram í trimum ymsum havøkjum, Norðsjónum, Norskahavinum og í Barentshavinum, har vónir framvegis eru til menning av virkseminum, hóast fleiri brunnar hava verið turrir serliga har eysturi. Tvær stórar leiðir, Johan Castrup og Wisting koma skjótt í framleiðslu. Í løtuni verður gass framleitt á Snøhvit og olja á Goliat leiðunum. 


Her ber til at síggja framløguna á pdf hjá norska oljustjóranum.


PowerPoint-presentasjon (npd.no)

https://www.npd.no/globalassets/1-npd/publikasjoner/sokkelaret/sokkelaret-2021/sokkelaret-2021.pdf

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder