IRF hevur sett Mortan Olsen í starv sum leiðara fyri Panthøllina hjá IRF. Panthøllin er ein týðandi liður í nýggju landsfevndu pantskipanini, sum verður sett í verk fyrra hálvár 2026.
Mortan Olsen fer at hava ábyrgdina av dagliga rakstrinum, teknisku skipanunum og verður við at menna føroysku pantskipanina. Hann byrjar í nýggja starvinum 1. januar.
Mortan Olsen er 38 ára gamal og búsitandi í Hósvík. Hann er útbúgvin elektrikari og maskinmeistari og hevur drúgvar royndir innan bæði tøkni og leiðslu. Hann hevur m.a. starvast hjá Bakkafrost sum maskinmaður og OT-tøkningur, hjá Landsverk sum økisleiðari og leiðari fyri veghaldið, og kemur nú úr einum starvi sum lærari á el-deildini á Tekniska skúla í Klaksvík.
Arbeiðið við nýggju panthøllini gongur væl. Høllin er innilokað, og í løtuni verða maskinur og annar útbúnaður settur upp í høllini, samstundis sum arbeiðið at gera høllina lidna heldur fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald