Skotland var eitt av londunum í Evropa, sum fyri fimti árum síðani setti hol á oljuævintýrið í Norðsjónum og vestan fyri Hetland. Skotski havnabýurin Aberdeen gjørdist skjótt eisini oljuhøvuðsstaðnum í Evropa.
Nú ætla skotar enn einaferð at ganga á odda, tá tað um orku ræður. Hesaferð bjóða teir heimsins stóru olju-, orku- og íløgufeløgum annars at vera við til at menna havvindorkuna út fyri skotsku strendurnar. Sambært hagtølum og kanningum telist júst Skotland eins og Føroyar millum tey øki í heiminum, ið eru frægast til at menna vindorku.Her er meiri vindur enn í flestu øðrum havøkjum kring heimin.
Og longu ein av komandi døgunum fara skotskir myndugleikar at kunngera, hvørji feløg og fyritøkur hava fingið tillutað fyrstu loyvini at seta upp flótandi vindmyllur til havs kring alt Skotland.
Havøki við tí mesta vindinum liggja tætt upp at Føroyum. Mátingarnar eru fyri bretska økið og fevna tískil ikki um føroyska landgrunnin.
Tilsamans 74 umsóknir komu inn til útbjóðingina frá feløgum og samtøkum og millum hesi eru fleiri av teimum stóru og kendu olju- og gassfeløgum og feløg, sum burturav arbeiða við varandi orku. Tey vóna at kunna gera stórar íløgur í rættindini til at byggja vindorkumylnulundir til havs kring Skotland.
Útbjóðingin av havøkjum til flótandi vindmyllur er tann fyrsta í 10 ár og fevnir um 15 loyvisøki eystan og vestan fyri Skotland eins og norðan fyri - her heilt norður til næsta granna Føroya, Hetland.
Útbjóðingin verður nevnd ScotWind og verður umsitin av Crown Estate Scotland (CES). Hon lat aftur í juli í fjør og verða loyvini latin í næstum. ScotWind verkætlanin er týðandi partur av grundarlagnum undir avgerðini hjá skotsku stjórnini at minka um útlátið til net-null í 2045.
Skotar ynskja bæði at halda fram við olju- og gassvirkseminum, sum hevur havt so stóran týdning fyri teirra búskap – og at troyta aðrar orkumøguleikar, sum eru heilt náttúrligir í teirra umhvørvi so sum vindorku. Alsamt fleiri feløg og fyritøkur raðfesta nú íløgur í flótandi vindorku, og millum hesar eru m.a. danska Ørsted og Shell.
Sum nakað nýtt fer útbyggingin av vindorku til havs eisini at skapa grundarlag fyri at menna aðra grøna orku eitt nú vetni, sum verður framleitt úr vatni og streymi við orku frá m.a. vindmyllum. Miðjað verður eisini ímóti - til tess at liva upp til grøna orkuskiftið í verandi kolvetnisvinnuni - at brúka vindorkuna til at framleiða streym til raksturin av mongu olju- og gasspallunum í Norðsjónum og vestan fyri Hetland umframt teir, sum verða bygdir komandi árini, her m.a. eystan fyri føroyska markið.
Tað snýr seg um mia. av krónum, sum feløg skulu gjalda fyri loyvi. Gongdin hevur eisini givið skotsku veitaravinnuni, sum sær nýggjar møguleikar í havsbrúnni, nýggjar vónir til framtíðina. Og longu nú verður tosað um at skipa fyri nýggjum útbjóðingum til vindmylnulundir til havs.
At Skotland nú av álvara hevur sett vindorkuna á breddan er eingin ivi um. Og nú havøkini kring Skotland eru millum tey bestu at fremja íløgur í vindorku, standa feløg í bíðirøð eftir at fáa lut í menningini. Lat okkum tríva í bara nøkur av hesum, sum longu hava drúgvar royndir innan orkuframleiðslu av ymsum slag: ENI, Shell, BP, TotalEnergies, Equinor, Ørsted, Siemens Gamesa, Vattenfall, Fred. Olsen Renewables, SSE Renewables, Marubeni Corporation, Aker BP, Ocean Wind, Copenhagen Infrastructure Partners, týska RWE, TechnipFMC, Magnora Floating Wind, Floating Energy Allyance, Deme Group, Aspiravi, Qair Northland Power, Quaybridge, Parkwind, Maple Power & Sumitomo, Quaybridge, Parkwind, Maple Power & Sumitomooo.
Tað er greitt, at ScotWind útbjóðingin fyllur nógv í miðlunum í Skotlandi, nú mongu feløgini, sum vilja brúka milliardir av pundum til at útbyggja flótandi vindorkuna til havs rundan um Skotland, koma úr nærum øllum ættum og harvið kunnu vera við til at seta Skotland á heimskortið, tá tað um havvindorku ræður. Nógv av teimum hava longu drúgvar royndir við havvindorku í Bretlandi sum heild.
Talan er longu um stórar inntøkur til Skotland. Tey umleið 70 feløgini, sum hava søkt um loyvisøki at seta upp vindmyllur, hava longu goldið stórar upphæddir fyri at vera partur av útbjóðingini. Haraftrat kemur, at tær fyritøkur, sum loksins fáa játtandi svar uppá sínar umsóknir, koma at rinda milliardir av pundum fyri síni loyvi. Og ikki nóg mikið við tí. Veitaravinnan í Skotlandi fer at fáa úr at gera, tá allar vindmylnulundirnar verða settar upp. Mett verður at talan verður um túsundtals arbeiðspláss.
Ein spennandi og avbjóðandi tíð fyri næsta granna okkara Skotland. Og uttan iva fylgja bæði føroyskir orkumyndugleikar og vinnan við í hesi áhugaverdu tilgond í grannalagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald