Innanlands

Navigare ársins virki

Tað bleiv flutningsfyritøkan Navigare, sum varð kosin til ársins virki á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum í dag

2023-09-29 17:38 Author image
Jan Müller
placeholder

Talan er um eina gamla og vælrikna føroyska flutningsfyritøku, sum fylgir tíðini og hevur sett kós móti tí grøna rákinum og sum eitt hitt fyrsta reiðaríið í heiminum, hevur tikið stig til at byggja útlátsfrí skip, ið skulu sigla uppá ammoniak ístaðin fyri diesel tungolju.

[object Object]

Undir handanini av heiðurslønini takkaði stjórin í felagnum og segði, at fyritøkan hevur tikið grøna rákið til sín og fer at gera tað víðari eisini.

[object Object]

Navigare Shipping eigur og rekur 13 skip- og leiga harafturat 2 skip. Skipini sigla mest í norðara partinum av Evropa. Fyritøkan hevur  umleið 195 fólk í starvi, mest føroyingar, men eisini nakrar útlendingar.

[object Object]

Høvuðsskrivstovan liggur í Runavík, har 15 fólk starvast. Logistikk deildirnar liggja í Flekkefjord í Norra,  har í 8 fólk starvast og í Glasgow, Bretlandi,  har starvast 2 fólk.

-Vit stremba altíð eftir at hava væl virkandi og trygg skip. Hetta ger, at vit kunnu veita vøruna til kundan til avtalaðu tíð.

Okkara starvsfólk eru okkara høvuðstilfeingi, saman við okkara skipum, bygningum, v.m.

Vit miða ímóti at geva okkara starvsfólki teir bestu karmarnar, sum til ber stendur at lesa á heimasíðuni hjá Navigare. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder