Kjakið um svart og grønt fyllur nógv kring heimin, ikki bara um okkara leiðir men eisini so langt burturi sum í Avstralia og Nýsælandi. Bæði londini hava undir skiftandi stjórnum valt kolvetni frá fyri so aftur at lata hurðarnar standa opnar fyri framhaldandi fossilum virksemi.
So er í hesum døgum, har stjórnirnar í hesum báðum fjarskotnu londunum sæð við evropeiskum eygum, hava gjørt og fara at gera av, at bæði leiting eftir og framleiðsla av kolvetni skulu vera partur av orkuframtíðini.
Stjórnin í Nýsælandi segði í vikuni, at hon fór at taka aftur bannið móti nýggjari olju- og gassleiting til tess at kunna fáa íleggjarar til landið at seta pening í olju- og gassvirksemi. Bannið hevur verið galdandi síðani 2018 og fer lógaruppskot um at loyva leiting at verða lagt fram í hesum árinum. Tað var táverandi vinstrasentrum stjórnin, sum setti bann fyri leiting. Nú fer so ein høgrasentrum stjórn at broyta lógina.
Avstralska stjórnin hevur gjørt greitt, at hon fer at raðfesta framleiðslu av LNG gassi fram til 2050 og eftir tað. Hetta verður gjørt hóast umhvørvisfelagsskapir og politikarar kring heimin vilja hava øll heimsins lond til at steðga fossialari orkuframleiðslu. Avstralia er í dag ein av heimsins størstu LNG framleiðarum og verður útbyggingin av gassi gjørd fyri at tryggja heimligu orkuveitingina. Stjórnin fer nú saman við vinnuni at skunda undir bæði framleiðslu og leiting eftir olju og gassi.
Ætlanin hjá stjórnini møtir stórari mótstøðu frá andstøðuni eins og umhvørvisflagsskapum, sum siga, at hon gongur beint ímóti París-avtaluni um at fara burtur frá fossilum brennievnum til frama fyri varandi orku. Í dag stendur gass fyri 27% av orkunýtsluni í Avstralia, meðan ein stórur partur av gassinum eisini verður útfluttur til lond sum Suðurkorea, Kina og Japan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald