Uttanlands

Norðmenn goyma nú fyrsta CO2 í undirgrundini

Fyrsta stóra norska verkætlanin at fanga og goyma CO₂ gjørdi veruleiki nú um dagarnar.

2025-08-26 17:44 Author image
Jan Müller

Fyrstu CO₂ nøgdirnar eru goymdar í eini goymslu 2600 metrar undir havbotninum. Talan er um stóra verkætlan, sum oljufeløgini Equinor, Shell og TotalEnergies standa fyri undir heitinum “Northern Light”. Henda verkætlan skal vera ein fyrimynd fyri, hvussu útlátið í Evropa verður minkað. 

CO₂ verður flutt vi skipi frá Heidelberg Materials sementverksmiðjuni í Brevik. Síðani verður CO₂ flutt víðari gjøgnum eina 100 kilometrar langan rørleiðing og eftir tað koyrt niður í Aurora goymsluna undir havbotninum í Norðsjónum. 

[object Object]

Talan er um eitt vegamót í royndunum at minka um útlátið og harvið veðurlagsbroytingarnar.  Anders Opedal, stjóri í Equinor sigur, at við hesi fyrstu verkætlanini av sínum slag hava vit prógvað, at tað ber til at fanga, flyta og goyma CO₂, og hetta fer at fáa alstóran týdning fyri royndirnar at minka um útlátið.

[object Object]

Norski staturin, sum hevur sett sær fyri at vera við til at minka um útlátið av veðurlagsgassum, hevur stuðlað hesi verkætlanini av sínum slag. Við hesi verkætlan vónar Equinor, sum hevur leiðsluna, at Northern Light verður ein lopfjøl til at menna CCS (Carbon Capture and  Storage) í øllum Evropa.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald