Henda áheitan kemur í kjalarvørrinum á herverkinum móti tveimum gassleiðingum í Eystrasalti fyri nøkrum vikum síðani. Tá varð gitt, at Russland stóð aftanfyri, men tað er tó ongantíð prógvað. USA og Russland hava skuldsett hvønn annan at hava ábyrgdina.
Síðani hava dronur verið sæddar nógva staðni í norskum øki kring týðandi gassleiðingar og olju- og gassstøðir. Norska løgreglan hevur eisini handtikið fleiri russar, sum uttan loyvi hava flogið við dronum.
Orkukreppan, sum hevur tikið seg upp eftir russisku innrásina í Ukraina, er vorðin til eina orkutrygdarkreppu, har leiðarar í Vesturheiminum bera ótta fyri, at Russland hevur ætlanir um at gera seg inn á orkuinfrakervið í eitt nú Norra, sum er vorðið mest týðandi útflytari av gassi til Evropa.
Nú er málið vorðið so mikið álvarsamt, at norski forsætisráðharrin hevur heitt á Natolond sum Bretland, Frakland og Týskland um hernaðarliga hjálp til tess at tryggja infrakervið, sum hevur so stóran týdning fyri veitingartrygdina til nettupp hesi lond.
Norski forsætisráðharrin heitir á Nato um hjálp at forða herverkið móti olju- og gasspallum.
Í Norra verður nú eisini tosað um at áleggja veitingarskipum í frálandsvinnuni at hava til uppgávu eisini at hava eftirlit við russiskum skipum og dronuvirksemi nærhendis offshore installatiónir.
Norskir myndugleikar kanna í løtuni fleiri dronuhendingar kring gassleiðingar.
Í Norra bera tey annars ótta fyri, at russisk fiskiskip longu hava kortlagt gass- og oljuleiðingar á norska landgrunninum við nettupp við tí fyri eygað, tá høvi býðst, at fremja herverk og harvið kunna steðga norsku orkuveitingunum til Evropa.
Eisini í Føroyum eru fólk farin at spyrja, um mongu russisku fiskiskipini, ið eru í føroyskum sjógvi, eisini hava til uppgávu at kanna havbotnin og teir samskiftiskaðalar, sum tryggja samband millum Føroyar og umheimin. Hetta varð eisini frammi í Degi og Viku týskvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald