Uttanlands

Norra fer ikki at áseta endadag fyri olju

Tað eydnaðist ikki Danmark at fáa stórvegis undirtøku á COP26 ráðstevnuni fyri sínum uppskoti til nýggjan felagsskap, sum skal fáa øll heimsins lond til at gevast við oljuvirksemi

Tað eydnaðist ikki danska forsætisráðharranum ella veðurlagsráðharranum at sannføra norska forsætisráðharran á COP26 at áseta ein endadag fyri oljuframleiðslu ella at gevast við oljuleiting.

Tað eydnaðist ikki danska forsætisráðharranum ella veðurlagsráðharranum at sannføra norska forsætisráðharran á COP26 at áseta ein endadag fyri oljuframleiðslu ella at gevast við oljuleiting.

2021-11-16 16:19 Author image
Jan Müller
placeholder

Umleið 10 lond og landaøki tóku undir við uppskotinum, nevnt "Beyond Oil and Gas Alliance." Millum hesi vóru eisini partar av Norðurlondum, nevniliga Svøríki og Grønland. Felagsskapurin vil hava lond at steðga allari nýggjari leiting eftir kolvetnum, gevast við útbyggingum av olju- og gassfundum og at áseta ein endadag fyri framleiðslu. 

Ein roynd hjá donsku stjórnini at fáa norsku grannarnar við í hesa rørslu gav einki úrslit. Norra var so heldur ikki til steðar, tá uppskotið varð reist fyrr í summar. 

Alt bendir á, at  Norra fer at halda fram við sínum olju- og gasvirksemi, tó at tað eisini  fer at leggja seg eftir at vera partur av grøna orkuskiftinum. Hvørki nýggja norska stjórnin ella ein stórur meiriluti í norska Stórtinginum taka undir við at gevast við at leita eftir og framleiða kolvetni. Eiheldur at áseta ein serstakan dag, tá framleiðslan skal stegða.  

Nýggi norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, heldur, at evropeisk lond fara at hava tørv á norskum gassi eisini undir skiftinum til varandi orku.  Hann var annars hjástæddur í Glasgow til COP26, har eisini danski starvsfelagi hansara Mette Fredriksen varð til staðar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder