Uttanlands

Norra letur upp fyrstu uppboðssølu av økjum til havvind

Hóast partar av vinnuni hava heitt á stjórnina um at útseta fyrstu uppboðssøluna av økjum til uppsetan av havvindmyllum vegna truplu marknaðarstøðuna í løtuni, heldur stjórnin fæst við at lata upp í mars.

2024-02-18 15:46 Author image
Jan Müller
placeholder
Vindmylnulundir til havs fylla støðugt meira og meira í grøna orkuskiftinum um okkara leiðir. Londini kring Norðsjógvin tað verið seg Danmark, Týskland, Háland, Belgia,  Norra og Bretland hava nú í fleiri ár strongt á at útbyggja varandi orku her ikki minst við at seta upp vindmyllur bæði á landi og til havs. Hetta er annars ein gongd vit síggja kring allan heim eisini.

Eisini í Føroyum verða havvindmylnulundir nevndar í sambandi við framtíðar grønar orkuverkætlanir, har streymurin bæði kann koma húsarhaldum og fyritøkum væl við eins og lata upp fyri møguleikanum at framleiða vetni at brúka í framleiðsluni av brennievni til m.a. fiskiflotan. Tað liggur tó enn nakað frammi í tíðini eins og møguleikin fyri at kunna útflyta streym til grannalond. 

[object Object]

Til tess at leggja til rættis og fremja  grøna orkuskiftið á bestan hátt skipa lond fyri almennum útbjóðingum av økjum til uppsetan av vindmyllum. Ì komandi mánað fer Norra at lata upp fyri síni fyrstu uppboðssølu av loyvum til vindmyllur til havs.  Stjórnin hevur ætlanir um at lata loyvi til fleiri havvindverkætlanir fram móti 2040.

[object Object] 

Hóast partar av vinnuni enn ikki eru klárir til at luttaka í slíkari uppboðssølu og hava heitt á stjórnina at útseta hana, so ger orkuráðharrin Terje Aasland kortini greitt í einum tíðindaskrivi nú um dagarnar, at latið verður upp fyri fyrsta veruliga loyvisumfarinum 18. mars. Hann sigur, at fleiri fyritøkur hava longu sagt frá, at tær eru tilreiðar at bjóða uppá øki í syðra partinum av Norðsjónum 2. Feløgini, sum hava kvalifiserað seg, eru: 
  • Aker Offshore Wind, BP og Statkraft
  • Equinor og RWE
  • Norseman Wind (Energie Baden-Württemberg AG)
  • Shell, Lyse og Eviny
  • Ventyr (Parkwind og Ingka)
Norska Stórtingið hevur sagt seg vilja játta 23 mia. kr. sum grundarlag undir hesi stóru grønu verkætlanini. Havvindstøðin verður bygd nær markinum til Danmark og verður uppá 1.500 megawatt. Hon skal kunna framleiða 6-7 terawatttímar (TWh) um árið. Aasland sigur, at tey fimm samtøkini, sum hava prekvalifiserað seg, eru sterk samtøk, sum øll hava stórar møguleikar fyri at útbyggja "Sørlige Nordsjø II”. 

Stórur spenningur er annars um, hvussu nógvar fyritøkur og samtøk fara at leggja inn umsókn í mars. Hóast vónirnar eru góðar so er framvegis enn ikki vist, um har fara at verða umsóknir skilst. 

[object Object]

Orkuráðharrin heldur tað vera skeivt at útseta uppboðið, hóast onkur heldur, at umstøðurnar eru ikki tær røttu í løtuni. -Tað fer bara at skapa óvissu sigur hann og heldur, at tað fer uttan iva at vera onkur, sum fer at søkja. Og verður talan um bara eitt samstak, so fær tað uppgávuna. 

Kunningin um fyrstu uppboðssøluna til havvind kom fram í mars í fjør. Síðani eru komnar inn sjey umsóknir til prekvalifisering. Tað felagið, sum hevur lægsta boðið í oyrum/kWh vinnur uppboðið. 

[object Object]

Ein av orsøkunum  til, at tað eru feløg, sum hava ynskt, at stjórnin útsetir uppboðið til í summar, eru óvissurnar í orkuídnaðinum. Eitt nú hevur Shell ynskt hesa útsetan. Marknaðurin fyri havvindi hevur verið undir stórum trýsti m.a. orsakað av høgum prísvøkstri, høgum rentum og avmarkingum í veitingarliðinum, nakað, sum serstakliga hevur rakt verkætlanir í USA. Feløg sum Equinor, BP og Ørsted eru givin við fleiri verkætlanum og hava tikið á seg stórar niðurskrivingar. 

Trupulleikarnir hava tikið seg upp seinastu 12-18 mánaðirnar og hava fullkomiliga broytt vindorkumarknaðin. Teir hava lagt lønsemið í fleiri av verkætlanunum í USA undir stórt trýst. Hetta segði stjórin í Equinor fyri varandi orku, Pål Eitrheim við E24 herfyri. 

Nøkur ár herfyri fingu vindorkumyndugleikarnir í Bretlandi ein dyggan framá, tá teirra fyrsta veruliga almenna útboð av økjum til havvindorku varð koldømt av vinnuni, tá ikki ein tann einasta umsókn var. Hetta fekk straks myndugleikarnar til at broyta fortreytirnar m.a. garantiskipanina undan eini uppboðssølu. Eisini í New York í USA hava tey tikið stig til at broyta fortreytirnar til tess at tryggja størri lønsemi hjá teimum, sum vilja gera íløgur í havvind.

Norska stjórnin hevur sett sær sum  mál, at tað innan 2040 skulu latast øki til havvindorku fyri 30.000 MW. Tað vil vera nóg mikið til at kunna framleiða næstum eins nógvan streym sum norska vatnorkan í dag kann lata. 

Í 2020 vórðu fyrstu økini á norska landgrunninum latin upp fyri varandi orkuframleiðslu til havs, og stjórnin hevur síðani tá arbeitt við at menna karmanar í tøttum samarbeiði við vinnuna og aðrar brúkarar av havinum, skrivar E24.

[object Object]
[object Object]

Norska Equinor og RWE hava gjørt eitt samtak, sum helst fer at bjóða seg fram at útbyggja vindorkuna í Norðsjónum. Equinor hevur longu drúgvar royndir við útbygging av havvindorku bæði í norskum og bretskum havøki. 


Keldur: E24, Equinor

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder