Uttanlands

Norska Equinor aftur fótin fastan nær Føroyum

Felagið hevur í morgun keypt 40% av oljukelduni Rosebank nær føroyska markinum frá amerikanska Chevron

Rosebank liggur tætt við føroyska markið

Rosebank liggur tætt við føroyska markið

2019-01-11 12:23 Author image
Jan Müller
placeholder

 [object Object]

Eldar Sætre, stjóri í Equinor fegnast um, at felagið nú aftur hevur fingið fótin fastan á Atlantsmótinum

Norski oljurisin Equinor (fyrrv. Statoil) hevur nú fingið fótin fastan aftur í økinum nær Føroyum. Felagið, sum í mong ár var undangongufelagið í oljuleitingini við Føroyar, hevur nú av álvara sett kós aftur móti økinum nær føroyska markinum. Equinor kunnger í morgun, at endalig avtala er gjørd við amerikanska oljufelagið Chevron um keyp at 40% í oljukelduni Rosebank skamt frá føroyska markinum. Við hesum kunnu vit siga, at norska oljufelagið av álvara hevur gjørt økið millum Hetland og Føroyar til eitt av sínum framtíðar kjarnuøkjum.

Og Rosebank keldan er eisini ein risi í oljuhøpi. Equinor hevur eina serstaka søgu her, tí tað var í fleiri ár partur av eigarunum, men seldi so sín part á sinni til eysturríkska OMV, sum síðani aftur hevur selt sín ognarlut til bretska Siccar Point Energy.

Rosebank varð funnin í 2004 og er tað serstaka við hesi kelduni, at oljan liggur millum basaltløgini. Í fleiri ár hevur Chevron arbeitt við eini ætlan at útbyggja kelduna til framleiðslu, men lækkandi oljuprísurin og ov stórur kostnaður hava lagt hesa útbygging á ís fyribils. Nú Equinor hevur keypt 40% av kelduni og tikið yvir leiklutin sum fyristøðufelag verður tað norska felagið, sum stýrir verkætlanini og harvið setir út í kortið eina framtíðar útbygging. Ein útbygging, sum við hesum keypinum má sigast at gerast veruleiki.  Hini feløgini, sum eru partur av Rosebank, eru Suncore Energy við 40% og Siccar Point við 20%.

Við eini útbygging her gerst nýggjur infrastrukturur veruleiki tætt upp at føroyska markinum, og hetta kann fáa stóran týdning fyri framtíðar leiting og framleiðslu á føroyska landgrunninum. Ein kann loyva sær at siga, at við endaliga keypinum av Rosebank hevur norska Equinor broytt hugsan um Atlantsmótið, og hvør veit, um ikki hetta fer at smitta av uppá Føroyar eisini – fyrr ella seinni.

Rosebank goymir 300 mió. tunnur av olju. Ein útbygging við einum framleiðsluskipi (FPSO) fer at kosta millum 40 og 50 mia. kr.

Fyri at halda fast við týdningin avgerðin hjá Equinor kann fáa fyri eina føroyska oljuframtíð, so verður ein framleiðsla á hesi kelduni tann, sum liggur næst Føroyum á bretskum øki. Aftrat hesi kemur Cambo, sum er enn ein risakelda í grannalagnum og uppaftur tættari Føroyar. Har hevur fyristøðufelagið Siccar longu boðað frá, at tað fer at útbyggja kelduna. Soleiðis fáa vit um nøkur ár tvær nýggjar oljuframleiðslur tætt upp at føroyska markinum. Tað merkir nýggjan infrastruktur og helst eisini vaksandi áhuga hjá oljufeløgunum, sum standa aftanfyri, fyri grannalagnum, eitt nú føroyska landgrunninum.Og tað vil so uppaftur fáa stóran týdning fyri føroysku veitingarvinnuna, nú útbyggingarnar liggja so nær Føroyum.

Um tveir mðanaðir fer heimsins størsti boripallur at bora 2 kilometrar frá føroyska markinum, Blackrock leitimiðið, sum liggur í sama øki sum Rosebank og Cambo. So tað, sum í løtuni fer fram í økinum nær markið, er sera avgerandi fyri eina føroyska oljuframtíð eisini. (Sí fleiri greinar um hesa spurningar á oljan.fo)

[object Object]Rosebank keldan liggur ovast til høgru á kortinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder