Jan Müller á ONS í Stavanger:
Tað er eitt sætt bjartskygni, sum eyðkennir risastóru oljumessuna, ONS, í Stavanger í hesum døgum. Og tað er nýliga íkomið í kjalarvørrinum á prísskædlingum í 2014, ið legði stórar partar av vinnuni lamnar. Oljan.fo fer at dekka hetta tiltakið komandi dagarnar og fara vit m.a. at tríva í nógv av teimum tíðindum, sum eru frammi.Oljumessan er annars tann fyrsta síðani 1992, har føroyingar ikki luttaka við sjálvstøðugum landabási.
Hóast norskir myndugleikar og vinnan eru á einum máli um, at tað nú aftur gongur rætta vegin í vinnuni, so eru eisini viðurskifti, sum ikki heilt peika rætta vegin. Ein nýggj norsk frágreiðing vísir nevniliga, at oljufundini, sum verða gjørd á norska landgrunninum, gerast minni og minni. Torgeir Stordal, leitistjóri í norska Oljudirektoratinum, sigur, at gongdin er eitt úrslit av, at oljuvirksemið er fimti ára gamalt. Fyrsta fundið varð gjørt í 1967, á Balder leiðini. Fyrsta fundið, sum fór undir framleiðslu, var Ekofisk, í 1971. Flestu av stóru oljukeldunum vórðu funnar tíðliga í 70-unum. Hóast hetta hevur verið væntandi, so er tað kortini orsøk til avbjóðingar fyri norska oljuvinnu. Tað er tí, at stóru keldurnar framleiða minni sohvørt tær gerast eldri. Væntandi er, at framleiðslan frá verandi fundum fer at koma í hæddina miðskeiðis í 2020 unum, fyri síðani at minka.
– Neyðugt er at gera størri fund fyri at varðveita framleiðsluna, sigur leitistjórin Stordal frá Oljudirektoratinum (OD) við Sysla Offshore.
Meðan bæði Norðsjógvurin og Norskahavið eru væl kannað, so er mest sannlíkt, at framtíðar stór oljufund verða funnin í Barentshavinum. Um somu tíð sum eitt nú bretar eru farnir at hyggja vestur eftir móti Atlantsmótinum, eftir at hava framleitt olju í Norðsjónum í hálvthundrað ár, so eru norðmenn og oljufeløgini, sum leingi hava verið virkin í norska partinum av Norðsjónum, farnir at hyggja norðureftir móti Norskahavinum og serliga Barentshavinum.
Sambært OD eru 47 prosent av øllum goymslum á norskum øki enn ikki funnin. Umleið 60% av teimum liggja goymd í Barentshavinum.
– Vit vóna, at tað skjótt fara at verða gjørd stór fund í hesum økjunum, sigur Stordal.
Leitistjórin leggur tó dent á, at eisini smærri fund fáa stóran týdning í framtíðini. Nýggj tøkni ger tað nevniliga meira lønandi at byggja út smærri oljukeldur m.a. við at byggja tær út og binda tær í størri felt, sum longu framleiða.
Hóast tann týdning smærri oljufelt kunnu fáa, so meta oljufólk sum Tore Gulbrandsøy í Rystad Energy, at neyðugt er at gera størri fund uppá longri sikt í eitt nú Barentshavinum, soleiðis at framleiðslan ikki minkar.
Gongdin á norska landgrunninum er annars tann, at útlendsk oljufeløg heldur enn at stovna dótturfeløg í Norra velja at leggja saman við verandi oljufeløgum. Norskir myndugleikar frøast annars um, at nýggj útlendsk oljufeløg eru farin at hyggja eftir norska landgrunninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald