2022-08-31 16:10
Løðistøðir til el-bilar gerast alsamt meira vanligar kring landið, og nú er ein til reiðar at nýta á Toftagjógv.
Nes kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at nýggja løðistøðin nú er virkin og klár at nýta. Í hesum sambandi eru tveir p-básar á Toftagjógv frámerktir við tekstinum ”EL”.
Tað var í fjør, at bygdaráðið í Nes kommunu, eftir avtalu við SEV, samtykti at seta upp eina løðistøð á Toftagjógv til el-bilar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald