Uttanlands

Nýggj oljufund hinumegin Atlantshav

Norska Equinor saman við BP hava gjørt tvey nýggj oljufund út fyri New Foundland

2020-10-30 16:00 Author image
Jan Müller
placeholder

Eystari partur av Kanada, sum m.a. fevnir um New Foundland, Labrador og Nova Scotia, telist millum mest týðandi oljuprovinsurnar í Norðuramerika.

Hóast tætt við Arktis og oftani rakt av sera harðbalnum veðri, eru her í Atlantshavi gjørd stór oljufund gjøgnum tíðina, sum í dag hava stóran týdning fyri lokalu samfeløgini her.

Nú boðar norska Equinor so aftur frá nýggjum oljufundum í Flemmish Pass lagdini, nærhendis einum øðrum stórum fundi tað gjørdi nøkur ár herfyri í sama øki, langt til havs.

Equinor hevur borað tveir brunnar í økinum saman við BP, sum nú gera metingar av úrslitinum. Enn er ov tíðliga at siga nakað við vissu um, hvussu nógv olja finst í undirgrundini. Teir báðir brunnarnir eru boraðir av pallinum Transocean Barents 500 kilometrar eystan fyri St. John í New Foundlandi.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder