Uttanlands

Nýggjur bretskur olju- og gassrisi á gáttini til Føroyar

Útbyggingar av olju- og gasskeldum við føroyska markið eru komnar eitt týðandi stig nærri, nú leiti- og framleiðslufelagið Ithaca Energy, dótturfelag hjá ísraelska gassrisanum Delek Group, hevur keypt oljufelagið Siccar Point Energy við øllum sínum ognum, sum m.a. liggja beint eystan fyri føroyska markið.

Við keypinum av Siccar Point Energy og øllum tess ognum, tær flestu tætt upp at føroyska markinum, er Ithaca Energy, sum er dótturfelag hjá ísrelska gassfelagnum Delek Group, vorðið eitt tað størsta olju- og gassfelagið í Norðsjónum.

Við keypinum av Siccar Point Energy og øllum tess ognum, tær flestu tætt upp at føroyska markinum, er Ithaca Energy, sum er dótturfelag hjá ísrelska gassfelagnum Delek Group, vorðið eitt tað størsta olju- og gassfelagið í Norðsjónum.

2022-04-08 15:50 Author image
Jan Müller
placeholder

Aftur ein stórhending við føroyska markið. Hesaferð ein stórútsøla av olju- og gassognum, sum í framtíðini kann fáa stóran týdning fyri olju- og gassvirksemi í Føroyum eisini. 

[object Object]

Her síggjast økini, sum Ithaca nú eigur, gulu økini eystan fyri føroyska markið, eru antin olju- og gasskeldur ella loyvi hjá felagnum. 


Tað er stóra orkufelagið Ithaca Energy við røtrum í Ísrael sum dótturfelag hjá stóra ísraelska gassrisanum DELEK GROUP, ið nú hevur keypt orkufelagið Siccar Point Energy við øllum tess ognum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum. Keypið er ella kann vera ein týðandi ábending um, at stórur áhugi er fyri at útbyggja fleiri av keldunum eystan fyri føroyska markið.

[object Object]


Ein av mongu yvirskriftunum um stórsøluna, har víst verður á, at handilin ruddar slóð fyri útbygging av Cambo kelduni við føroyska markið.


Sjálvdan hevur ein einstøk søga frá olju- og gassverðini fylt so nógv og so ovarliga  í bretskum orkumiðlum sum henda. Tí við hesum keypinum er Ithaca bráddliga vorðið eitt tað størsta olju- og gassfelagið á bretska landgrunninum.

Felagið hevur keypt Siccar Point Energy og tess ognir fyri 1,5 mia. dollarar. Tað verður av greinarum mett at vera væl sloppið fyri so nógvar ognir. Við í keypinum er eisini manningin á Siccar Point, sum nú í fleiri ár hevur arbeitt burturav við at fyrireika útbygging av tí stóra Cambo fundinum, beint við føroyska markið.

Cambo útbyggingin kom av álvara í skotmála undan COP26 veðurlagsráðstevnuni í Skotlandi, tá umhvørvisfeløg fóru á barrikadurnar fyri at mótmæla og steðga útbyggingini. Eftir tað tók Shell seg bráddliga úr verkætlanini. Tí bleiv nú stór óvissa, um útbyggingin gjørdist til nakað. Men síðani er tað hent, at myndugleikarnir hava longt loyvini, umframt at Shell hevur boðað frá, at tað fer møguliga at endurskoða sína støðu til útbyggingina og tað vil siga, møguliga gerast partur aftur av henni.

[object Object]

Nú hendir so tað, at Cambo og Siccar Point alt sum tað er verður uppkeypt av Ithaca. Við í keypinum fær felagið eina rúgvu av áhugaverdum ognum. Umframt tær báðar stóru olju- og gasskeldurnar Cambo og Rosebank, sum eru tær størstu yvirhøvur á bretska landgrunnunum, sum enn ikki eru útbygdar, er Ithaca vorðið partur av hesum framleiðandi keldunum: Mariner (8,89%) og Schiehallion (5,7%, aftrat teimum 11,8% tað longu hevur har).

Aftrat hesum er ognarluturin hjá felagnum í enn ikki útbygdum keldum hesin: Cambo (70%) Rosebank (20%), Tornado (50%), Suilven (75%) og Blackrock (60%) eins og fleiri onnur loyvi í grannalagnum tætt við føroyska markið.

At felag keypir upp so stórt tal av bæði funnum keldum og loyvum tætt upp at føroyska markinum, er enn ein ábending um,  hvussu stóran áhugan eitt nú olju- og gassfeløg og íleggjarafeløg hava fyri Atlantsmótinum tvs. økinum millum Hetland og Føroyar. 

Við hesum stórkeypinum hevur Ithaca yvirhálað flest øll hini olju- og gassfeløgini, sum arbeiða í Norðsjónum og á Atlantsmótinum. Tað er bráddliga vorðið einki minni enn ein risi í orkuhøpi. Ikki minst áhugavert er eisini komandi samstarvið við Shell eystan fyri føroyska markið, og sum tað nú av álvara verður varpað ljós á, nú Shell umhugsar at halda fram við útbyggingini av kelduni Cambo við markið.

[object Object]

Allan Bruce, stjórin í Ithaca og maðurin, sum nú fer at standa á brúnni og seta út kósina fyri framtíðar olju- og gassvirksemi á Atlantsmótinum tvs. eystan fyri Føroyar. 


Stjórin í Ithaca, Allan Bruce sigur, at teir eru ómetaliga fegnir um keypið og vísir á, at útbygging av bæði Cambo og Rosebank keldunum er ein sera góður møguleiki at tryggja bretsku orkuframtíðina eins og at tryggja og skapa túsundtals arbeiðspláss.

Tað er greitt, at tíðindini um stórkeypið eisini hava áhuga í Føroyum hjá bæði vinnuni og myndugleikum og  millum tey, sum vóna, at olju- og gassfundini hinumegin markið og møguligar útbyggingar, koma eitt týðandi stig nærri við júst hesum keypinum. Slíkar útbyggingar fara at hava við sær eitt undirstøðukervi, sum  kann fáa alstóran týdning fyri framtíðar útbyggingar av møguligum olju- og gassfundum føroyskumegin markið.  

Tað er eisini greritt, at avgerðin hjá Ithaca  fer heilt víst eisini at fella í góða jørð í London, har nýggjasta bretska orkustrategiin m.a. snýr seg um at byggja út verandi fund og seta gongd á aftur leiting eftir nýggjum til tess at gera Bretland minni bundið at innfluttari orku.  

Hinvegin fer hetta ikki at verða væl móttikið av umhvørvisfelagsskapum og teimum politikarunum, sum eru ímóti øllum nýggjum olju- og gassvirksemi í heila tikið.

Orkan. fo fer at fylgja hesum og øðrum orkumálum.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder