Eitt av heimsins størstu olju- og gassfeløgum, bretska BP, sum er tað mest virkna felagið á Atlantsmótinum, fær skjótt nýggjan stjóra. Bernard Looney, sum hevur staðið á odda fyri eitt nú oljuleiting, loysir veteranin Bob Dudley av í mars næsta ár.
Helge Lund, nevndarformaður í BP, sigur í eini viðmerking, at Looney tekur yvir eftir ein stjóra, sum hevur havt ábyrgdina av BP mest avbjóðandi tíðina hjá felagnum, eitt nú uppruddingina eftir Deepwater Horizon vanlukkuna. Um Looney, sigur Helge Lund, at hann er rætti maðurin at fullføra broytingartíðirnar hjá BP frá at vera eitt olju- og gassfelag burturav til at gerast til eitt orkufelag. Sjálvur sigur komandi BP stjórin, at hann fer at gera alt hann kann fyri at gera felagið til eitt reinari og betri orkufelag við m.a. tí endamáli alsamt at minka um CO2 útlátið.
BP var í síni tíð ein týðandi partur av føroyskari oljuleiting. Saman við táverandi føroyska stjóranum Hjarnar Djurhuus, sála, tók BP týðandi stig fyri at avdúka loynidómarnar í føroysku undirgrundini, tó at hetta ikki eydnaðist fult út tey mongu fyrstu árini. Í dag er BP eitt tað mest virkna orkufelagið á Atlantsmótinum, tvs. í økinum millum Hetland og Føroyar. Tað er ikki ov nógv sagt, at BP hevur verið og framvegis er lokomotivið í økinum.
Bob Dudley, stjóri í BP, sum nú fer frá.
Í løtuni eru tvær nýggjar leitiútbjóðingar opnar í hesum økinum, ein á bretska landgrunninum og ein á tí føroyska. Tað er neyvan nakað dulsmál, at føroysku myndugleikarnir, sum standa fyri útbjóðingini á føroyska landgrunninum, fegnir síggja eitt so sterkt og stórt orkufelag sum BP aftur gerast partur av komandi leitingini. 5. útbjóðingin hevur nú verið opin í skjótt tríggjar mánaðir. Hon letur aftur 12. november. Tá fáa vit at vita, um og hvussu mong oljufeløg eru áhugað í at gera íløgur í royndirnar at finna føroyska olju og gass í undirgrundini.
Nevndarformaðurin í BP, Helge Lund, var á sinni stjóri í norska Statoil, tá hetta felagið varð lokomotivið í føroysku oljuleitingini. Hóast hann fór av brúnni í Statoil til BP, so hevur hann neyvan heldur gloymt føroyska ”oljuævintýrið”, hvørs hann var ein tann fremst talsmaðurin fyri tá. Tá kallaði hann Føroyar fyri ”bakgarðin” hjá Statoil. Í dag er hann nevndarlimur í føroyska felagnum Tjaldur, har enn ein oljuveteranur og tá partur av leiðsluni í norska Statoil, føroyski Rúni M. Hansen, er nevndarformaður.
Nevndarformaðurin í BP, Helge Lund saman við Rúna M. Hansen, sum í síni tíð var partur av leiðsluni í Statoil, har Helge Lund var stjóri. Báðir eru teir í dag í nevndini í føroyska felagnum Tjaldur. Her á vitjan á FOÍB í Bringsnagøtu í Havn.
Um øll hesi sambondini kunnu ávirka bæði núverandi norska Equinor og BP aftur at koma henda vegin, er fyribils óvist. Tað hevði tó helst verið eitt ynski hjá bæði Jarðfeingi og ikki minst føroysku veitingar- og tænasturvinnuni, sum av royndum hevur merkt, hvat tað vil siga, at útlendsk oljufeløg virka á landgrunninum.
Ein kann tí siga, at komandi leiting fyri Føroyar hevur tvinni endamál: annað er at finna olju og gass í rakstrarverdum nøgdum, so hesi kunnu gerast eitt nýtt búskaparbein hjá føroyska samfelagnum at standa á. Hitt er at skapa uppaftur betri tilverugrundarlag og menning fyri Føroyar, við tess fjølbroyttu veitingarvinnu, til útgerðar- og tænastudepil til olju- og gassvinnuna, sum vit síggja bara veksur og veksur í okkara grannalag. Eisini her hóma vit eina menta hjávinnu, ið kann gagna samfelagsbúskapinum bæði hvat inntøkum og arbeiðsplássum viðvíkur. Við øðrum orðum kann framtíðar oljuleiting fáa stóran týdning fyri føroyska samfelagið sum heild bæði hvat búskapinum og arbeiðsplássum viðvíkur. Haraftrat koma eisini ymsir útbúgvingarmøguleikar, sum eru knýttir at hesum vinnum.
Olju- og gassleiting kann koma at menna Føroyar sum veitingar- og tænastudepil í Atlantshavi, sum aftur kann gerast týðandi búskaparbein við inntøkum og arbeiðsplássum og víðka útbúgvingarmøguleikar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald