Við keypinum av øllum framleiðslupartinum av felagnum ætlar nýggi norski oljurisin at seta enn meira ferð á oljuleiting og útbyggingar í Norra. Hetta fer at fáa stóran týdning fyri oljuvirksemið sum heild í Norra.
Avtalan, sum er gjørd millum Aker BP og Lundin og sum skal góðkennast av partaeigarunum, er verd 125 mia. norskar kr. Tað eru annars ikki so nógv ár síðani, at Aker og BP løgdu saman sítt virksemi á norska landgrunninum. Nú verður so farið eitt týðandi stig víðari við uppkeypinum av Lundin, sum m.a. eigur stóran part av einum av tí størsta oljufeltinum í Norra, Johan Sverdrup umframt fleiri aðrar týðandi ognir í Norðsjónum og í Barentshavinum.
Eftir yvirtøkuna fer Aker BP at hava eitt marknaðarvirði uppá 183 mia. norskar kr. og fer at hava eina dagliga oljuframleiðslu uppá 400.000 tunnur. Ein av høvuðseigarunum í Aker BP er kendi norski vinnulívsmaðurin Kjell Inge Røkke.
Við keypinum fylgir eisini ein avtala um, at verandi leiðsla í Lundin, sum m.a. telur føroyska fíggjarstjóran Teit Poulsen, at fáa útgoldið partabrævabonussir og endapakkar, umframt eisini at fáa góðar 200 mió. norskar kr. fyri at tryggja, at tilgongdin frá Lundin til Aker BP fer skilagott og væl fram ella sum tað eitur, fyri at fremja eina “ryddlig overgang”. Enn er ógreitt, hvussu tann 6-7 mans stóra leiðslan í Lundin fer at býta henda peningin millum sín. Leiðslan hevur so bundið seg til at arbeiða fyri nýggja felagið í tríggjar mánaðir aftrat.
Orkan.fo hevur biðið Teit Poulsen, fíggjarstjóra í Lundin um eina viðmerking til søluna. Hann hevur tó onga viðmerking í løtuni. Hann fer, eftir at hava arbeitt við søluni í longri tíð, at halda eini friðalig jól saman við familjuni.
Umframt havnamannin Teit Poulsen, sum hevur arbeitt á høvuðskrivstovuni hjá Lundin í Geneve, arbeiddi eisini klaksvíkingurin Tummas Pauli í Mýri eitt skifti sum leiðari á deildini hjá felagnum í Oslo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald