Uttanlands

Nýtt koronafrábrigdi: Oljuprísur kavar við 11%

Nýggja meira vandamikla koronafrábrigdið, Omicron,  kann gerast ein hóttan móti altjóða marknaðunum og fær oljuprísin at lækka við 11%

2021-11-27 19:07 Author image
Jan Müller
placeholder

Oljuprísurin kavaði í gjár við 11% til góðar  72 dollarar fyri tunnuna, eftir tíðindini um nýggja koronafrábrigdið, sum nú ger vart við seg í syðra partinum av Afrika. Hetta er fleiri ferðir vandamiklari enn Deltafrábrigdið, sum hevur herjað mong lond við álvarsligum avleiðingum skrivar World Oil sambært Bloomberg.  Longu nú eru fólk í Bretlandi vorðin sjúk við nýggja frábrigdinum.

Hóast USA saman fleiri øðrum londum setti hol á eykagoymslurnar av olju fyri at steðga ógvusligu príshækkingunum, so ávirkaði tað ikki oljuprísin stórvegis. Men nú kemur so nýggja Covid-frábrigdið og fær oljuprísin at kava.  Nýggja  slagið av virussinum hóttir við, at fleiri lond helst aftur fara at stongja niður, og tað kann so aftur ávirka heimsbúskapin og harvið bæði oljueftirspurning og -prís.

Brádliga príslækkingin hendir fáar dagar, áðrenn Opec+ londini møtast at viðgera støðuna, um antin at varðveita verandi framleiðsluøking ella broyta  hana og har møguliga økja framleiðsluna meira.  Viðmerkjarar siga, at nýggja koronafrábrigdið kemur óvart á og fer at ávirka marknaðin so ella so.

Greinarin hjá SEB í Norra, Bjarne Schieldrop sigur sambært e24, at Opec+ londini fara helst at fara frá ætlanini at økja meira um framleiðsluna eftir prísfallið fríggjadagin. Um so er hevur USA ikki rokkið annað  enn at minka um egnu goymslur sínar við tiltakinum fyri stuttum at lata upp fyri strategisku goymslunum.

Víst verður á at ein av broytingunum, sum kann koma í kjalarvørrinum á nýggja meira smittandi frábrigdinum kann vera, at tann vøkstur man annars hevði roknað við í eitt nú flogferðsluni, fer ikki at koma. Kortini eru flogferðslan millum syðra Afrika og umheimin sera ávmarkað. 

Hvat nýggja frábrigdinum viðvíkur, so er tað ikki bara tað, sum nú er orsøkin til óvissuna á marknaðinum. Tí longu áðrenn tað varð staðfest fyri fáum døgum síðani, var koronasmittan annars í vøkstri í nógvum londum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder