Innanlands

Økja um grøn øki í norðurlendskum býum

Norðurlendska ráðharraráðið lanseraði í farnu viku eitt alment útboð um náttúruloysnir í norðurlendskum býum. Tvær milliónir eru settar av til verkætlanina, sum ber navnið Yggdrasil.

Grøn øki í Svøríki

Grøn øki í Svøríki

2024-02-04 20:02 Author image
Jan Müller
placeholder

Í 2021 setti Norðurlendska ráðharraráðið 26 milliónir av til fimm verkætlanir við náttúruloysnum í Norðurlondum. Í ár hevur ráðið valt at játta tvær milliónir afturat til eina sættu verkætlan, sum burturav snýr seg um trø og runnar í býum. Umhvørvisstovan, sum er fyrisitingarorgan fyri allar verkætlanirnar, hevur nú lýst sættu verkætlanina sum alment útboð á Keypsportalinum.  

Verkætlanin snýr seg um at eftirmeta sonevndu 3-30-300 regluna, sum hevur til endamáls at økja um grøn øki í býum til frama fyri lívmargfeldi, veðurlagstillaging og fólkaheilsu. Reglan gongur í stuttum út uppá, at øll skulu síggja í minsta lagi trý trø úr vindeyganum hjá sær, 30 % av grannalagnum skal vera dekkað við trøum, og at tað í mesta lagi skulu vera 300 metrar til tættasta grøna økið. Útboðið tekur fyrilit fyri, at Føroyar, Ísland og Grønland ikki hava somu náttúru sum hini Norðurlondini, og tí ber til at skifta trø út við runnar í hesum londunum.

Treytirnar fyri at bjóða uppá uppgávuna eru, at í minsta lagi trý Norðurlond eru við í verkætlanini, og at talan er um stovn/ar, sum hava royndir við at gjøgnumføra verkætlanir sum hesa. Freistin at lata tilboð inn er 13. mars kl. 15.

Til ber at kunna seg nærri um útboðið her: https://keypsportal.fo/utbodsyvirlit/utbod/nature-based-solutions-in-the-nordics-yggdrasil/ ella við at venda sær til Jónu Ólavsdóttir á [email protected].

 Mynd: Stokkhólmur, Lawrence ChismorieUnsplash


Kelda: Umhvørvisstovan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder