Uttanlands

Oljufelagið Equinor skal lata grøna orku til Mærsk

Nýggjasta konteynaraskipið í flotanum hjá danska Mærsk, sum verður navngivið í komandi viku, fer at sigla við grønari orku, metanol frá norska orkurisanum Equinor

2023-09-08 13:20 Author image
Jan Müller
placeholder

Ikki kann sigast annað enn, at her er talan um, at svart og grønt ganga hond í hond. Norska Equinor, sum upprunaliga varð eitt olju- og gassfelag burturav, hevur nú ment seg til at verða eitt orkufelag, sum á fleiri økjum hevur lagt seg á odda í grøna orkuskiftinum. Herfyri tók felagið í brúk heimsins størstu flótandi havvindmylnulund, sum skal veita streym til tvær stórar norskar olju- og gassleiðir. Harumframt skal tað eisini framleiða grøn brennievni, sum eitt nú danska Mærsk kann gera sær dælt av. Í 2021 lat sama Equinor upp metanolverksmiðju í Norra. 

[object Object]

Nýggja grøna Mærsk skipið, sum verður navngivið í næstum av ongum minni enn forkvinnuni í ES nevndini, Ursula von der Leyen, fer at eita Solstice. Tað er bygt í Suðurkorea og er bert eitt av mongum líknandi skipum, sum danska reiðaríið hevur bílagt.

[object Object]

Fyri Equinor er hetta eisini ein spildurnýggj leið at ganga, nevniliga at brúka framtíðr flótandi vindmylnulundir til at framleiða grøn brennievni til skip.

-Vit eru sera fegin um samstarvið við Equinor, sum her hevur sett skjøtil á og ynskir at geva sítt týðandi íkast til grøna orkuskiftið. Tað hevur alstóran týdning at fáa tey stóru orkufeløgini við til at lata framtíðar grøn brennievni í stórum mongdum, sigur Rabab Boulos, leiðari fyri undirstøðukervinum hjá Mærsk, sambært miðlinum ShippingWatch.

[object Object]

[object Object]

Við meira enn 100 metanol rikin skipum í ordrabókini fer eftirspurningurin eftir framleiðslu av grønum brennievnum at vaksa, og tað fer hann at gera komandi árini sigur hann.

Avtalan við Equinor er tann triðja av hesum slag, sum Mærsk hevur gjørt fyri fyrsta nýggja grøna skipið. Talan er um skip, sum eru 10 ferðir minni enn tey stóru havgangandi konteynaraskipini.

Sáttmálin við Equinor sigur einki um, hvussu stórar nøgdir felagið skal lata ella hvør prísurin er. Men sambært avtaluni fevnir hetta um tíðarskeiðið frá september í ár til fyrra hálvár í 2024.

Í 2024 er ætlanin, at felagið European Energy, sum er við at byggja eina framleiðsluverksmiðju í Åbenrå,  lata grøn brennievni til skipið.

Mærsk hevur bílagt 25 konteynaraskip, sum skulu kunna sigla við metanol ella vanligari bunkaraolju tvs. tað tey kalla “dual fuel” tøkni. Skipini skulu latast Mærsk frá 2024 til 2027.

Her ber til at lesa meira um grønt metanol og framleiðsluháttir við eitt nú vindorku: Mærsk og Bureau Veritas Marine & Offshore.

At Mærsk hevur gjørt tríggjar ymsar avtalur um veiting av grønum metanol er bert eitt dømi um, hvussu torført tað er at útvega grøn brennievni. Eisini prísurin er ein avbjóðing, tí bunkaraolja er nógv bíligari enn grønu brennievnini í løtuni.

Men sohvørt eftirspurningurin veksur og framleiðslan eisini, verður roknað við, at prísurin eisini fer at lækka. Men Mærsk metir tó, at grøn brennievni sum metanol í 2030 verða tvífalt so dýr sum svørt brennievni skrivar ShippingWatch.

[object Object]

Hjá Equinor fegnast tey um samstarvið við Mærsk. Equinor framleiðir metanol á verksmiðju síni í Tjeldberrgodden og ætlar at gerast ein týðandi framtíðar veitari av grønum metanoli til m.a. skip sigur Alex Grant, sum stendur á odda fyri flótandi rávørum hjá Equinor.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder