Tað var tann tíð, tá ein oljuleið fyri og onnur eftir, kom undan kavi í Norðsjónum, og flestu av heimsins størstu oljufeløgum flokkaðust um at sleppa framat tí svarta gullinum í norsku og bretsku undirgrundini. Rúm tíð er gingin, síðani Norðsjóvaroljuævintýrið tók dik á seg, ja umleið hálvthundrað ár, til fyrstu goymslurnar eru um at tømast. Oljufeløgini fara nú longur norður – í Barentshavið - og longur vestur – á Atlantsmótið - at leita eftir oljuni í undirgrundini.
Hóast fleiri stórar keldur eru funnar í okkara grannalag vestan fyri Hetland, so hava oljufeløgini vónir um, at nógv meira er til at finna, og leitihugurin er so mikið stórur, at fleiri feløg í dag hava otað seg so langt vestur sum móti føroyska markinum.
Í gjár boðaðu bretskir myndugleikar frá, at teir nú lata upp fyri eini nýggjari útbjóðing, sum m.a. fevnir um øki tætt upp at føroyska markinum fyri sunnan og í ein landnyrðingeystan úr Føroyum. Alt øki, har lítið er leitað fyrr, men har vónir til at finna olju og gass, eru stórar.
Um sama mundið, sum hetta hendir, eru vit vitni til áhugaverdar røringar, broytingar um okkara leiðir. Atlantsmótið, tvs. økið millum Hetland og Føroyar, fær nevniliga astøðugt størri raðfesting millum altjóða oljufeløg. Stór oljufeløg so sum BP og Chevron økja og varðveita sín leiklut í týðandi leitiloyvum. Hetta hendir um somu tíð, sum oljufeløg royna at selja burtur av sínum loyvum í Norðsjónum.
BP økir um sítt virksemi á Atlantsmóti
Nú um dagarnar boðaði BP frá, at tað hevur økt um sín part av Clair Field við at keypa upp 16,5 prosent frá oljufelagnum ConocoPhillips og fer BP eftir hetta keypið at eiga 45,1 % av hesi framleiðandi kelduni, meðan ConocoPhillips fer at hava 7,5 % eftir aftaná søluna. ConocoPhillips hevur ístaðin tikið yvir stóran part av feltum hjá BP í Alaska. ConocoPhillips hevur so eisini sett til sølu fleiri av sínum gomlu oljukeldum í Norðsjónum. Felagið vil heldur gera íløgur í skiferframleiðslu í USA.
BP stjórin fyri Norðsjógvin, Ariel Flores sigur, at avgerðin hjá BP at fáa størri lut í Clair Field vísir, at felagið hevur stórar vónir til serstakliga økið vestan fyri Hetland. “It signals our intent to look for opportunities around our core hubs in the west of Shetland and central North Sea.”
Chevron verandi á Atlantsmóti
Enn eitt stórt amerikanskt oljufelag, Chrevon, hevur eisini sett fleiri av sínum oljuloyvum í Norðsjónum til sølu. Kortini ætlar felagið ikki at selja av sínum ognum á Atlantsmótinum, sum í høvuðsheitum snýr seg um stóru Rosebank oljukelduna eystan fyri føroyska markið og ognarlutin í framleiðandi Clair oljukelduni. At Rosebank, sum enn ikki er útbygt, ikki er partur av útsøluni hjá Chevron, eru sera góð tíðindi fyri Atlantsmótið og eisini fyri Føroyar, tí tað kundi bent á, at felagið ætlar at gera álvara av at tala endaliga støðu til at byggja kelduna út longu um eitt hálvt ár ella so. Tá vil Rosebank eisini verða tann framleiðandi oljukeldan, sum liggur næst Føroyum. At fáa nýggjan infrastruktur so nær markinum kann koma væl við hjá framtíðar oljuvirksemi á føroyska landgrunninum.
Kenda analysufyritøkan Wood McKenzie sigur, nú Chevron tykist hava eina strategi, sum er at varðveita og útbyggja keldur vestan fyri Hetland, at hetta er partur av eini tilgongd, har stóru oljufeløgini í støðugt størri mun varpa ljós á økið vestan fyri Hetland.
Fyritøkan sigur víðari, at hetta økið, sum er lutvíst lítið kannað sammett við restina av bretska landgrunninum við einans 160 brunnum higartil, ímóti meira enn 500 í øðrum økjum, tykist av álvara at hava vakt áhugan hjá oljufeløgum. Longu nú eru fleiri stórar framleiðandi keldur, meðan møguleiki er fyri at útbyggja uppaftur aðrar og at gera nýggj fund. Eisini er infrastrukturur longu í økinum, sum komandi útbyggingar og fund kunnu gera sær dælt av.
Týdning fyri føroyska leiting
Tað er ein sannroynd, at vaksandi áhugin hjá altjóða oljufeløgum fyri økinum eystan fyri føroyska markið, hevur og fer at fáa stóran týdning eisini fyri framtíðar oljuleiting í føroyskum øki. At fleiri av oljurisunum, so sum BP, Shell og Chevron, varðveita og keypa upp størri ognarpartar í fleiri av loyvunum eystan fyri markið, er eitt ítøkiligt dømi um, at oljuvirksemi á Atlantsmótinum er komið fyri at verða. At hetta so eisini nærkast Føroyum í hvørjum er eisini hugalig gongd fyri tey í Føroyum, sum vilja halda fram við leitingini, hóast bakkast hava verið.
Enn eitt dømi um jaligu støðutakanina til hetta økið eru orðini niðanfyri hjá enn einum BP stjóra, sum her umrøður risastóru oljukelduna Clair, ið liggur miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið.
“Clair is a key advantaged oilfield for our North Sea business, a giant resource whose second phase is about to begin production and which holds great potential for future developments.” Bernard Looney, chief executive, Upstream.
Skerpa fokus á Atlantsmótið
Slíkar orðingar, sum henda niðanfyri í skotsku netávísini Energy Voice, skera tingini út í pall:
”The international majors are sharpening their UK focus on the more prospective west of Shetland area, with BP raising its stake in the Clair field and Chevron hoping to sell its legacy North Sea fields as it plans the West of Shetland Rosebank deepwater project.”
Vit eiga ikki at gloyma, at tað vóru oljufund eystan fyri føroyska markið í 90-unum, sum vórðu ein atvoldin til, at ein rúgva av oljufeløgum brádliga fór at hyggja nærri at føroyska grannalagnum. Hvat mundi tað goyma!
Nú vit nærkast næsta ártíggju eftir, at oljuleiting tók seg upp í Føroyum, eru vit vitni til, at m.a. trý av heimsins størstu oljufeløgum, eru sera virkin skamt frá føroyska markinum. BP við sínum ætlanum á Clair oljukelduni og eisini útbyggingum longur syðri, Chevron, sum hevur í umbúnað at seta hol á Rosebank kelduna og seinast Shell, sum hevur keypt seg inn í fleiri spennandi loyvi og fund, m.a. Cambo skamt frá markinum. Aftrat hesum koma so eisini onnur oljufeløg so sum Total, Siccar Point og Ineos, sum eisini seta stórar vónir til leiting og framleiðslu beint eystan fyri markið.
Skulu vit gera eina niðurstøðu út frá umrøddu upplýsingum, so er hon tann, at støðan eystan fyri føroyska markið minnir nógv um støðuna undan fyrstu leitingini á føroyska landgrunninum fyri skjótt 20 árum síðani. Munurin er tó tann, at virksemið bretsku megin markið í dag er nógv meira umfevnandi enn tað var tá. Haraftrat kemur, at tað nú er bert fáar kilometrar frá markinum. Og sum rosinan í pylsuendanum eru vit vitni til, at alsamt fleiri oljufeløg vilja gera íløgur í bæði leiting og útbyggingar beint eystan fyri markið. Og helst skjótt eisini sunnan fyri Føroyar.
BP er framvegis lokomotivið á Atlantsmótinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald