Oljuprísurin hækkaði í morgun til 90.62 dollarar fyri tunnuna sum ein avleiðing av iranska álopinum á Ísrael í vikuskiftinum. Prísurin, sum farnu vikurnar hevur verið millum 8o og 85 dollarar, hækkaði í farnu viku til umleið 90 dollarar m.a. orsakað av, at Opec+ londini avgjørdu at longja framleiðsluavmarkingina. Eisini vaksandi eftirspurningurin eftir olju, eftir at búskapirnir í fleiri londum í Asia eru vaksandi aftur her fyrst og fremst Kina, ávirkar oljuprísin. Nú hevur álopið á Ísrael ávirkað oljuprísin enn meira.
Í løtuni er stóri spurningurin, um og hvussu Ísrael fer at svara aftur uppá iranska álopið. Tann óvissan er við til at varðveita ein sera høgan oljuprís sambært greinarum skrivar Reuters. Ger Ísrael av ikki at svara aftur uppá iranska álopið, meta greinarar, at tað so aftur kann ávirka oljuprísin tann øvugta vegin.
Spurningurin um Ísrael fer at svara aftur við álopum á Iran ella iransku stuðulslondini í grannalagnum hevur fingið oljumarknaðin at kenna seg ótryggan. Skuldi tað hent, at Ísrael ger álvara av hóttanum um álop á Iran, kann ein avleiðing vera, at Iran steðgar øllum oljuflutningi í tí týðandi Hormuzsundinum, haðani 25% av allari heimsins olju koma.
Tað vil vera ein sera stór hóttan móti oljuprísinum, sum tá kann fara upp í loft. Hesum vil ikki minst USA forða fyri. Í USA eru framleiðarar annars farnir at økja um framleiðsluna og ljóðar, at Joe Biden forseti umhugsar at lyfta forðingarnar fyri framleiðslu úr eitt nú Alaska.
Iran framleiðir 3 mió. tunnur av olju um dagin og er triðstørsti framleiðarin í Opec.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald