Uttanlands

Oljuprísurin 90 dollarar - hægsti í sjey ár

Fyri fyrstu ferð í sjey ár hevur oljuprísurin otað seg upp um 90 dollara markið

Amerikanski forsetin Joe Biden hóttir nú við at víðka sanktiónir til at umfata russiska forsetan Vladimir Putin. Tað er við til hækka oljuprísin.

Amerikanski forsetin Joe Biden hóttir nú við at víðka sanktiónir til at umfata russiska forsetan Vladimir Putin. Tað er við til hækka oljuprísin.

2022-01-27 19:47 Author image
Jan Müller
placeholder

Eitt skifti í dag var oljuprísurin tætt við 91 dollarar fyri tunnuna. Seinast hann var so høgur var 10. oktober 2014, tá hann var 90,40 dollarar.

Tað er fyrst og fremst spenta støðan millum Russland og Ukraina, sum fær oljuprísin at hækka. Sambært Reuters er tað geopolitiski spenningurin í Evropa og Miðeysturi, sum skapar óvissu um oljuprísin. Seinasta hendingin, sum hevur økt um spenningin, er álop, sum Houti uppstreistrarmenn í Jemen hava framt móti oljuútbúnaði í Abu Dhabi.

Biden forseti hevur nú eisini  hótt við at gera bæði Putin forseta og hansara næstu til part av sanktiónunum. Eisini hevur verið frammi hóttanin um at boykotta gass- og oljuútflutningi úr Russlandi, hvat kann fáa uppaftur størri ávirkan  á olju- og gassprísin.

Evropa er sera bundið at russiskari orku sum er, og verður minni til á marknaðinum av eitt nú russiskum gassi og olju, fer tað at ávirka orkuprísirnar uppaftur meira. Og koma samfelagshjólini av álvara í gongd aftur, eftir at avleiðingarnar av korona fækka, kann tað aftur økja um eftirspurningin, og tá framleiðslan er avmarkað sum er, tá kann tað aftur fáa prísirnar at hækka. Og aftrat hesum kemur so spurningurin um Nord Stream 2 gassleiðingina úr Russland, sum Týskaland enn ikki hevur góðkent. 

Fleiri stórbankar gita, at prísurin fer at halda fram at hækka, so hann skjótt kann røkka 100 dollarum fyri tunnuna, men tá er eisini sonevnda píningsmarkið nátt, har eitt nú fátækk lond ikki megna at keypa olju og gass. Tá plagar prísgongdin av sínum eintingum at venda, tí eftirspurningurin fer at minka aftur. Seinasta tíðarskeiðið oljuprísurin náddi upp á 100 dollarar fyri tunnuna var frá 2011 til 2014. Eitt skifti var hann heilt uppi á 115 dollaranum fyri so at rapa aftur. 

Enn ein orsøk til óvanligu prístilgondina er so eisini tann sannroynd, at eitt nú í Vesturheiminum verða færri og færri íløgur gjørdar í nýggja oljuleiting og útbyggingar. Harvið kemur einki ístaðin fyri tær tunnurnar, sum verða brúktar.

Stórur spenningur er í løtuni um, hvørja avgerð Opec+ londini fara at taka  í næstu viku í sambandi við framleiðsluna komandi mánaðin. Higartil hava londini verið samd um at økja um framleiðsluna við 400.000 tunnum um dagin hvønn mánað fram til í mai. Men nú ljóðar, at fleiri av londunum eru ikki før fyri at hækka framleiðsluna til tess at nøkta vaksandi eftirspurningin.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder