Tað er orku- námsráðharrin í Oman, sum nú rópar varskó. Hann sigur, at verða ikki gjørdar íløgur í nýtt olju- og gassvirksemi, kann tað hava við sær ein oljuprís uppá einki minni enn 200 dollarar fyri tunnuna. Hansara úttalilsi er svar til útsøgnina hjá altjóða orkustovninum, IEA, um at røkka “net-Zero” útlát í 2050. Oljuprísurin er í dag umleið 72 dollarar. Tað er S&P Global Platts, sum ber tíðindini í morgun.
IEA gjørdi í mai í ár greitt í eini frágreiðing, at skal heimurin røkka málinum um null-útlát í 2050, so skulu ongar nýggjar olju- og gassútbyggingar gerast. Heldur ikki skulu íløgur gerast í nýggja oljuleiting. Síðani hevur eisini eitt nú aðalskrivarin í ST, Gutterres, undirstrikað týdningin av at gevast við at gera íløgur í olju- og gassvirksemi.
-At ímynda sær, at vit ikki longur skulu gera íløgur í nýggja olju, haldi eg, er sera vandamikið, segði Mohammed al-Rumhy á einum ráðstevnu um grøna orkuskiftið í Miðeystri og Norðurafrika, sum varð skipað av IEA.
-Mín størsti ótti, um vit gevast at gera íløgur í kolvetnisídnaðin her og nú, er, at vit fara at síggja eitt slag av orkuhunguri og prísin á orku fara upp í loft. Eftirspurningurin eftir olju og gassi kann fara at minka men uppá stytri sikt kunnu vit koma at síggja oljuprísir uppá bæði 100 og 200 dollarar, sum fyri oljuframleiðarar sjálvandi kann tykjast vera gott, men fyri flest onnur kann koma sera illa við.
Oman, sum er størsti oljuframleiðari í Miðeystri uttan fyri Opec, er tó við í víðkanini til OPEC+, sum stendur fyri helvtini av heimsframleiðsluni.
Kelda Energy Voice
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald