Uttanlands

Oljuprísurin omanfyri 80 dollarar

Fríggjamorgunin hækkaði oljuprísurin og er nú omanfyri 80 dollarar fyri tunnuna

2023-07-22 11:28 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta hendir eftir, at Kina hevur gjørt greitt, at tað fer at lata stuðul til tess at endurvinna og víðka um nýtsluna í landinum, sum so aftur kann ávirka eftirspurningin eftir olju skrivar Finansavisen.

Kinverska stjórnin sigur hon fer at fremja tiltøk, sum kunnu stimbra búskapin skrivar Reuters. Útrokningar, sum Financial Times hevur gjørt, vísa, at Kina innflutti 11,4 mió. tunnur av olju um dagin fyrra hálvár, sum var ein hækking uppá 11,7% fyri árið.

Greinarar siga, at tað eru framleiðslulækkingarnar frá Saudi Arabia og Russlandi, sum eru orsøkin til prísvøksturin henda mánaðin

Tíðliga í juli kunngjørdi stjórnin í Riyadh, at hon fór at leingja sjálvbodnu framleiðslulækkingina uppá 1 mió. tunnur um dagin i august, samtíðis sum Moskva segði seg vilja minka um framleiðsluna við 500.000 tunnum um dagin í august.

Eisini minking í amerikonsku oljugoymslunum er farin at ávirka oljuprísin. Leiðarin fyri olju í EIA, altjóða orkustovninum Toril Bosoni væntar, at eftirspurningurin eftir olju fer at vaksa og væntar, at prísurin fer at halda fram at hækka í triðja ársfjórðingi.

Kelda: Finansavisen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder