Uttanlands

Oljuprísurin tann hægsti í sjey ár

Opec+ londini hava avtalað at halda fram við verandi framleiðslupolitikki, og tað fær oljuprísin at hækka til tað hægsta síðani 2014

2021-10-05 13:05 Author image
Jan Müller
placeholder

Oljuprísurin hevur ikki verið so høgur í sjey ár. Eitt skifti í gjár var prísurin fyri eina tunnu av olju umleið 82 dollarar. Hetta er hægsti prísur síðani 2014. Og orsøkin til príshækkingina er fundur í Opec+ londunum í gjár. Har varð avgjørt halda fram við verandi oljuframleiðslupolitikki, skrivar Finansavisen í Norra.

Hetta merkir, at avtalan, sum varð gjørd í juli heldur fram óbroytt. Tvs. at londini halda fram at økja um framleiðsluna við 400.000 tunnum um dagin hvønn mánað fram til í minsta lagi apríl 2022. Tað hevur so við sær, at tær 5,8 mió. tunnurnar og væl tað, sum avmarkingin í framleiðsluni hevði við sær, tá eru komnar inn aftur í framleiðsluna, og samlaða framleiðslan í heiminum aftur verður á omanfyri 100 mío.  tunnur um dagin eins og undan korona.

Henda gongdin merkir eisini, at Opec+ londini megnaðu at standa ímóti ynskinum hjá USA og India um  at økja framleiðsluna meira enn í juli avtaluni. Minkandi oljugoymslur saman við einum stórum eftirspurningi eru saman við Opec avgerðini um at eina varisliga øking í framleiðsluni við til at toga oljuprísin enn longur upp. Tó verður roknað við, at prísurin fer at koma í eina lægri legu um eina tíð.

Tað kom ávart á greinarar, at Opec+ londini ikki broyttu framleiðlupolitikkin og øktu munandi um framleiðsluna. Men við avgerðini at lata standa til, so eru eisini útlit til enn hægri oljuprís. Hann verður so eisini ávirkaður av gongdini á kol- og gassmarknaðinum, har prísirnir eru farnir upp í loft seinastu tíðina orsakað stóra eftirspurningin. Í Evropa er stórur mangul uppá gass, og greinarar bera ótta fyri hesi gongdini, nú veturin nærkast. Tá verður methøgur eftirspurningur eftir gassi í øllum Evropa og fyri tað í heiminum, og tað fer helst at hava við sær uppaftur hægri gassprísir.

Ta gongdina koma m.a. Russland og Norra at fáa ágóðan av. Funnist verður annars at Russlandi fyri ikki at vilja økja gassframleiðsluna, nú eftirspurningurin er vaksin so nógv og tað harvið skapar grundarlag fyri einum alt ov høgum gassprísi. Russar verja seg við, at teir hava ikki møguleika fyri at vaksa um útflutningin av gassi innan veturin. Russland ætlar at minka um gassútflutningin í oktober fyri at fylla egnar goymslur aftur. Lond eru desperat at tryggja sær orkuveitingar, áðrenn veturin kemur.  Støðan í Asia er eisini hættislig. Kolaorkuverkini í India, sum standa fyri 2/3 av samlaðu orkunýtsluni, hava bert kol svarandi til nýtsluna í tríggjar dagar. Í august høvdu tey kol til nýtsluna í 13 dagar. 

Greinarar siga, at orsøkirnar til støðuna eru nógvar. Og vísa á, at vit eiga ikki heldur at gloyma, at stóra mótstøðan móti at gera íløgur í olju og gass eigur eisini sín avgerandi lut í ringu og versnadni støðuni - og mæla eitt nú bæði vinnulívsfólk og politikarar í fleiri londum til, at íløgur aftur verða gjørdar og loyvdar í nýggjar olju- og gassframleiðslur. Í løtuni er júst hesin ein av spurningunum, sum eru ovast á breddanum í kjakinum í Bretlandi. Víst verður m.a. á, at ein høgur oljuprísur er við til at geva oljufeløgunum møguleika at gera nýggjar íløgur. Verður tað ikki gjørt, so kunnu vit fara at uppliva stóran mangul av orku í framtíðini.

Fyri londini í Opec+ er ein oljuprísur uppá góðar 80 dollarar í lagi og vilja londini helst skipa sín framleiðslupolitikk til tess at varðveita hetta prísstøðið. Tíðin vil vísa, um tað ber til. Onkur greinari eitt nú hjá stórbankanum Goldman Sachs hevur gitt, at prísurin fer uppaftur longur upp møguliga til 90 dollarar við árslok.

Hóast korona er í minking í fleiri londum, so verður tó eisini tosað um eina fjórðu bylgju, og hon kann so aftur fáa avleiðingar fyri oljumarknaðin  og harvið oljuprísin. Óvissurnar eru nógvar og ringt er at spáa um framtíðina. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder