Nú eftirspurningurin eftir olju er farin at vaksa aftur, eftir at vaksinering móti korona gevur góð úrslit, verður roynt at økja aftur um framleiðsluna. Tað hevur ligið í kortunum, at Opec+ londini, sum minkaðu munandi um framleiðsluna í kjalarvørrinum á koronakreppuni, fóru at økja framleiðsluna aftur fyri at nøkta vaksandi eftirspurningin og harvið eisini fyri at steðga eini ógvusligari príshækking.
Salman, saudiarabiski orkuráðharrin og aðalskrivari í Opec
Fundur hevur verið í Opec um støðuna, men har er ikki semja um ætlaðu økingina av framleiðsluni frá august mánað. Heldur ikki um verandi skerjingar, sum høvdu til endamál at lyfta upp oljuprísin undir koronasóttini, skulu leingjast til 2022.
Eitt nú eru Saudi Arabia og Sameindu Arabisku Emiratini ósamd um, hvussu skjótt og nógv framleiðslan skal økjast. Støðan hevur fingið oljuprísin at vaksa til tað hægsta í trý ár síðani oktober í 2018. Hann var í morgun 77,66 dollarar fyri tunnuna og hevur harvið beina kós móti 80 dollara markinum. Vøksturin í ár er nærum 50%.
Greinarar vilja vera við, at sleppur støðan at standa við, so er ein oljuprísur uppá 100 dollarar ikki óhugsandi einaferð í framtíðini. Tíðindastovurnar Reuters og Bloomberg gera nógv burtur úr støðuni. Bloomberg vil vera við, at vandi er fyri, at einki kemur burtur úr samráðingunum millum tvey av oddalondunum í Opec, og at londini tí ikki fara at økja um framleiðsluna í august og fram til apríl 2022. Tað kann fáa álvarsligar fylgjur fyri støðuna á marknaðinum, nú eftirspurningurin eftir øllum at døma bara fer at vaksa samtíðis sum fylgjurnar av korona minka.
Keldur Bloomberg hevur tosað við siga, at Sameindu Arabisku Emiratini vilja hækka oljuframleiðsluna við 400.000 tunnum um dagin hvønn mánað frá august til desember.
Opec+ londini eru 23 í tali, og tey framleiða meginpartin av heimsins olju. Stóru spurningarnir í løtuni eru: hvussu fer koronasóttin at síggja út komandi tíðina, hvussu verður amerikanska skifervirksemið og hvussu fer ein nýggj kjarnorkuavtala við Iran at síggja út.
Oljugreinarar bera ótta fyri, at sonevndi deltavarianturin av korona kann steðga eftirspurninginum aftur til heystið. Samtíðis kann Iran økja um sína framleiðslu, um tað fær eina avtalu. Tað kann avmarka prísvøksturin. Haraftrat kemur møguleikin fyri, at USA fer at vaksa um sína skiferframleiðslu, um prísurin heldur fram at vaksa.
Nú verður bíðað eftir, at Opec+ londini skulu taka uppaftur fundin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald