Prísurin fyri eina tunnu av olju fór í morgun undir 60 dollarar. Hetta er tann lægsti prísurin síðani 5. mai. Hann er í løtuni 59,6 dollarar. Higartil í ár er oljuprísurin lækkaður við 20%.
Ein høvuðsorsøkin er tann, at OPEC+ londini hava latið upp fyri kranunum. Prísurin í dag er við at røkka tí lægsta støðinum síðani 2021. Ein orsøk til lága prísin er eisini, at nógv olja er til á marknaðinum.
Altjóða orkustovnurin hevur sagt, at fyri at fáa javnvág aftur á marknaðinum verður Opec+ noytt til at minka um framleiðsluna við 3,5 mió. tunnum um dag.
Tað hevur ljóðað, at felagsskapurin umhugsar at minka um framleiðslna aftur. Tað nýggjasta er, at Opec+ helst fer at steðga framleiðsluøkingini fyrstu mánaðirnar í 2026.
Hægri oljunýtsla í Kina kann so eisini vera við til at hækka prísin aftur. Hóast tað sær eitt sindur myrkt út í løtuni fyri framleiðarar, so kunnu bíligari olja og gass samann við einum veikari dollara vera við til at stimbra heimsbúskapin í 2026, og tað kann so aftur vaksa um eftirspurningin og harvið eina hækking av oljuprísinum aftur siga eygleiðarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald