Fyri fyrstu ferð síðani februar mánað er oljuprísurin niðanfyri 90 dollarar. Fyri løtu síðani var hann 89 dollarar fyri tunnuna, og tað er ein lækking uppá góð 12% innan eina viku. Bara síðani á miðnátt er hann lækkaður við 3,8%. Síðani mánadagin er hann lækkaður við sjey dollarum fyri tunnuna veit E24 og Oilprice at siga frá. Fyri nøkrum mánaðum síðani var oljuprísurin 126 dollarar fyri tunnuna.
Orsøkirnar til lækkanina eru fleiri. Ein er minkandi eftirspurningurin í Kina, sum júst hevur latið aftur fyri einum býi við 25 mió. íbúgvum, tí korona hevur aftur tikið dik á seg. Hetta hendir um somu tíð, sum tjóðarbankar kring heimin stríðast við høgu inflatiónina, sum hevur fingið íleggjarar til at bera ótta fyri resessión, tvs. ógvusligari afturgongd í búskapinum.
Mánadagin gjørdi Opec+ greitt, at tað hevur avgjørt at lækka framleiðsluna í oktober við 100.000 tunnum um dagin. Lækkandi oljuprísurin hevur minkað munandi um virðið á fleiri stórfyritøkum eitt nú í Norra, sum er millum fremstu orkuframleiðarar í Evropa.
Annars verður nú av álvara tosað um at seta eitt hámark fyri orkuprísirnar, sum eru vornir so methøgir, at teir hótta familjur, húsarhald og vinnuna í øllum Evropa. Eitt nú hevur norski forsætisráðharrin boðað frá, at tað er ikki óhugsandi, at Noreg fer at umhugsa eitt hámark á orkuprísir. Russland svarar longu aftur og sigur, at verður evstamark sett fyri orkuprísir á orku úr Russlandi, fer landið við tað sama at steðga allari sølu av orku til ES og Evropa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald