Uttanlands

Oljurisar skriva niður sínar ognir og boða frá skerjingum

Shell og BP boða frá, at longjan av koronakreppuni hevur við sær, at feløgini niðurskriva sínar ognir við upp til 200 milliardum kr. hvør

2020-07-01 16:09 Author image
Jan Müller
placeholder

[object Object]

Koronasóttin, sum hevur rakt stóran part av vinnulívinum kring heimin sera meint, merkist eisini hjá fleiri av heimsins størstu oljufeløgum. Fleiri teirra hava verið tvungin til at siga upp fólki, minka um sítt íløguvirksemi, selja av sínum ognum og skriva virðið á ognunum nógv niður.

Seinastu útmeldingarnar eru frá tveimum av evropeisku oljurisunum, Shell og BP.

Shell kunnger nú, at tað hevur skrivað niður virðið av sínum ognum við millum 130 og 170 mia. kr. Eisini sigur stjórin, Ben van Beurden, at fleiri uppsagnir og sparingar eru á veg. Shell fer seinni í ár at leggja fram eina nýggja ætlan fyri fyritøkuna, sum skal koma í gildi i 2021. Umframt skerjingar í virkseminum, fevnir hon eisini um at skerja CO2 útlátið. Felagið hevur fyrr sagt, at tað fer at miðja móti null útláti í 2050. Í eini videorøðu til starvsfólkið hjá Shell segði van Beurden eisini, at koronakreppan fer at skunda undir umleggingina frá svartari til grøna orku. Herfyri boðaði Shell í Danmark frá, at tað fer at selja sítt virksemi í Danmark.

Enn ein oljurisi, BP, boðar í sínum lagi nú eisini frá, at tað hevur selt allan petrokemiska partin av sínum virksemi til felagið Ineos. Við hesum útvegar BP sær pening til aðrar partar av sínum kjarnuvirksemi. Eisini BP hevur staðið fyri stórum uppsøgnum og niðurskriving av sínum ognum og boðaði herfyri frá, at tað fór at siga upp 10.000 fólkum aftrat. BP kunnger um somu tíð, at tað fer at gera niðurskrivingar fyri millum 86 og 115 mia. kr. Fyrst og fremst eru orsøkirnar avleiðingarnar av koronaóttini, sum hevur minkað munandi um eftirspurningin eftir olju og gassi.

BP hevur leingi mett, at eftirspurningurin eftir olju fór at minka næstu 30 árini, men tann gongdin fer nú at ganga nógv skjótari orsakað av koronasóttini, og tað er so eisini ein orøskin til, at BP hevur valt at niðurskriva sínar ognir. Stjórin í felagnum, Bernard Looney, metir, at lægri eftirspurningur fer at valda í eitt longri tíðarskeið. Tað fer eisini at hava ávirkan á oljuprísin. BP metir, at hann fer at liggja um 55 dollarar í tíðarskeiðinum 2021-2050, sum er 27% minni enn felagið hevði lagt upp til í sínum roknskapi fyri 2019.

Fyri bæði Shell og BP er tað galdandi, at niðurskrivingar og skerjingar koma í kjalarvørrinum á seinastu tíðindunum um nýggja bylgju av Covid 19, sum fær feløgini til at broyta sínar framtíðar metingar av bæði eftirspurningi og prísi. Útlit eru til, at avleiðingarnar av koronasóttini fara at vara væl longri enn higartil mett. Eins og Shell hevur BP eisini ætlanir um at vera klimaneutralt í 2050 tvs. einki CO2 útlát.

Eisini stóru amerikonsku oljufeløgini eru komin í somu støðu sum tey í Evropa og eisini har er koronavirussið høvuðsorsøkin. Tað hevur um somu tíð ávirkan á bæði eftirspurningin og prísin. Eitt nú hevur amerikanski oljurisin Occidental niðurskrivað ognir fyri fleiri milliardir dollarar. Korona kemur eisini sera illa við hjá amerikanska skiferídnaðinum, sum eitt skifti flutti USA heilt fram í fremstu røð av oljuframleiðandi londum í heiminum. Nú fer ikki dagur uttan skiferfyritøkur
innan olju- og gassvinnuna í USA fara á heysin. Vit hava so eisini sæð, at fleiri av teimum stóru amerikonsku oljufeløgunum, sum hava fingið nógv burtur úr sínum virksemi í m.a. Evropa so sum Chevron, ConocoPhilips og ExxonMobil og sum hava flutt sítt nógv av sínum virksemi til skiferoljuframleiðslu í USA, hava liðið nógv undir avleiðingunum av korona og lága oljuprísinum.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder