Uttanlands

Oljuvinnan í Bretlandi á politisku vágskálina 

Mikudagin fer nýggja bretska stjórnin at leggja fram sítt fyrsta fíggjarlógaruppskot. Tá verður greitt, um olju- og gassvinnan er lív lagað ella fær endaliga mønustingin, nú stjórnin longu hevur boðað frá fleiri tiltøkum, sum skulu forða fyri menningini av vinnuni. 

Ætlanin er at risastórt framleiðsluskip skal koma á leiðirnar við Føroyar um ikki so langa tíð. Stóri spurningurin er nú, um bretsk stjórn, sum hevur givið loyvi til útbyggingina, nú fer at steðga henni við at leggja forðingar í vegin.

Ætlanin er at risastórt framleiðsluskip skal koma á leiðirnar við Føroyar um ikki so langa tíð. Stóri spurningurin er nú, um bretsk stjórn, sum hevur givið loyvi til útbyggingina, nú fer at steðga henni við at leggja forðingar í vegin.

2024-10-28 17:31 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað er felagið hjá stóru og múgvandi bretsku orkuvinnuni, Offshore Energy UK, OEUK, umboðandi fleiri hundraðtúsund limir og limafeløg, sum nú kemur við síni síðstu ávaring  til bretsku stjórnina, um tær álvarsligu avleiðingar tað kann fáa fyri  túsundtals arbeiðspláss, um stjórnin ger álvara av sínum hóttanum at seta í verk fleiri forðingar fyri, at vinnan kann mennast. Felagið heitir í sama viðfangi á stjórnina, nú fáar dagar undan framløguni av fyrsta fíggjarlógaruppskotinum, um at viðurkenna tann stóra týdningin, sum offshorevinnan hevur haft og framhaldandi fer at hava fyri Bretland. 

Stjórnin hevur nevniliga hótt við at hækkað skattin á olju- og gassfeløg enn meira  við 3% til 75% og at taka burtur møguleikan at fremja útbyggingar uttan stórvegis skatt á íløgunum. Aftrat hesum kemur, at stjórnin ætlar at leingja tíðarskeiðið við  brandskattin av olju- og gassvinnuni  heilt fram til næsta val. Hetta, sigur OEUK, fer at gera karmarnar hjá vinnuni nógv ótryggari og trengri við tí úrsliti, at ivasamt er, um feløg eftir hetta vilja gera nýggjar íløgur í framhaldandi virksemi í Norðsjónum. Ístaðin fara feløg at gera íløgur aðrastaðni í heiminum heldur. 

Umboð fyri 46 vinnufyritøkur, sum arbeiða í olju- og gassvinnuni í Bretlandi, hava skrivað til skattamálaráðharran og heitt á hann um at brúka høvið í sambandi við fíggjarlógaruppskotið til  at geva vinnuni eina vón um, at hon kann halda fram við sínum týðandi arbeiði tll frama fyri Bretland og vísa tær eisini á tann týdning, sum vinnan hevur havt fyri alt tað bretska samfelagið seinastu 60 árini.

[object Object]

Um somu tíð vísir stjórin í OEUK, David Whitehouse á, at stjórnin má taka tann veruleika í álvara, at tað fer at verða tørvur á olju og gassi í fleiri ártíggju aftrat. Samtíðis verður víst á, at olja og gass í dag fevna um góð 70% av orkunýtsluni, og at tørvur er á útbyggja tær mongu stóru goymslurnar, sum longu eru funnar í Norðsjónum bæði fyri at nøkta vaksandi eftirspurningin og fyri at verja orkutrygdina í kjalarvørrinum á krígnum í Ukraina eins og støðuni í heiminum.

Hann viðgongur, at stjórnin hevur stórar avbjóðingar, men heldur at nettupp troytan av tí stóra orkutilfeingi, sum liggur í Norðsjónum er partur av loysnini til tess at fáa samfelagið aftur á rættkjøl. Samtíðis undirstrikar hann, at henda vinnan er fult greið yvir týdningin og tørvin á at menna grønu orkuna og vísir á, at vinnan longu hevur lagt seg eftir at vera partur av grøna orkuskiftinum og tekur m.a. soleiðis til orðanna: 

On Wednesday, the Autumn Statement will be a marker. We are in a global race for energy investment. Let us choose the path that encourages and attracts it, to build on our national strengths, so the whole of the U.K. can win.”

[object Object]

Her síggjast ikki færri enn 5 olju- og gassleiðir tætt við føroyska markið, sum enn ikki eru útbygdar til framleiðslu. Avgerð hjá stjórnini og rættarskipanini kunnu nú taka grundarlagið undan framtíðar útbyggingum, sum tá eisini fáa avleiðingar fyri Føroyar - fyri tænastuvinnuna og framtíðar oljuleiting her.

[object Object]

Útbyggingar hinumegin av markið koma at hava við sær, at her verður eitt nýtt undirstøðukervi við gassleiðingum og framleiðsluskipum, sum aftur kunnu fáa týdning fyri framtíðar leiting og framleiðslu føroysku megin markið. Eitt nú fyri at varpa nýtt ljós at Anne Marie gasskelduna á føroyskum øki, sum goymir enn ókendar nøgdir av gassi.  

Olju- og gassvinnan í Bretlandi kennir seg tó ikki bert hótt av møguligum komandi forðingum frá stjórnini. Eisini eitt rættarmál móti tveimum stórum útbyggingum í Norðsjónum kann gerast ein stór avbjóðing, nú rætturin í Skotlandi 12. november fer at viðgera mál, sum  umhvørvisfelagsskapirnir Greenpeace og Uplyft hava lagt fyri rættin í royndini at fáa stjórnina til at taka aftur loyvini til útbyggingar av olju- og gasskeldum.  

[object Object]

[object Object]

Onnur av hesum útbyggingum, Rosebank, liggur skamt frá føroyska markinum. Hon hevur serstakan áhuga fyri Føroyar, nú veitingarvinnan her sær stórar møguleikar fyri at veita vørur og tænastur til útbyggingina og seinni raksturin. Enn ein stór útbygging av kelduni Cambo, sum liggur uppaftur nærri Føroyum, kann koma í vandasjógv alt eftir hvat myndugleikar og rættarskipanin koma til. 

Eisini fylgja tey á Jarðfeingi væl við, hvat hendir, tí tey hava fingið til uppgávu frá landsins myndugleikum at marknaðarføra leiting við Føroyar. Ein útbygging av stórari olju- og gssskeldu so tætt við føroyska markið, kann nevniliga hava avgerandi týdning fyri framtíðar áhugan at fara undir leiting á føroyskum øki. Hetta ikki minst tí at eitt nýtt undistøðukervi so nær við føroyskt øki kann gerast týðandi partur av avgerðini hjá feløgunum, tá tey skulu gera av at gera íløgur í leiting her. Verður Rosebank steðgað í føðingini av myndugleikunum og rættarskipanini, tá kann hetta uttan iva vera við til at taka part av grundarlagnum undan leiting við Føroyar. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder