Uttanlands

Orknoyggjar menna grøna orkuskiftið við 125 vindmyllum

Í Orknoyggjum eru ætlanir um at fara undir menning av vindorku til havs umframt at framleiða vetni.  

2024-02-15 22:00 Author image
Jan Müller
placeholder

Talan er um at útbyggja eina risastóra vindmylnulund til havs í Orknoyggjum. Økið, har vindmyllur skulu setast upp, liggur 30 km vestan fyri oyggjarnar. Hetta er partur av eini menningarætlan, sum hevur verið arbeitt við í fleiri ár.

[object Object]

Verkætlanin fær undirtøku í Orknoyggjum eins og í Skotlandi. Higartil eru gjørdar umfevnandi umhvørvisligar kanningar í økinum. Nú er upp til skotskar ráðharrar og myndugleikarnar í Orknoyggjum at taka endaliga avgerð um ætlanina, sum snýr seg um einki minni enn 2-GW, ið  fevnir  um 125 vindmyllur, ið  fara at standa á havbotninum.

[object Object]

Ætlanin er at framleiða fyrsta streymin frá vindmylnulundini í 2029. Fyritøkurnar, sum standa aftanfyri, eru TotalEnergies,  Corio Generation og  Renewable Infrastructure Development Group.

Í Orknoyggjum hava tey eisini ætlanir um at kunna fara enn longur við grøna orkuskiftinum og verður m.a. arbeitt við at fara undir at framleiða grønt vetni á Flotta í oyggjunum, sum kann brúka streym frá komandi vindmylnulundini til havs til hesa framleiðsluna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder