Orkufelagið BP hevur avgjørt at rinda 6,8 mia. euro fyri tvey stór útbyggingarloyvi í havvindmylnulundir í týtska partinum av Norðsjónum. BP fer at útbyggja 4 gigawatt havvindmyllulundir á tveimum støðum 130-150 kilometrar í ein norðan og vestan fyri oynna Helgoland í Norðsjónum.
Við hesi stóru íløguni økir BP um sín altjóða vindorkuleiklut úr 5,2 GW til 9,2 GW, ein øking uppá 70%. Miðjað verður móti at binda vindorkuna í týska elnetið í 2030. Talan er um eitt vegamót í royndunum hjá BP at gerast partur av altjóða grøna orkuskiftinum.
BP ger greitt, at tað við hesum vil vísa umverðini, at felagið raðfestir íløgur í varandi orku, hetta hóast felagið herfyri gjørdi vart við, at tað ætlar ikki at laga niður sítt olju- og gassvirksemi, ið framhaldandi er við til at fíggja virksemið hjá fyritøkuni, og tí eisini hevur stóran týdning fyri tess royndir at menna grøna orkuskiftið.
Hitt felagið, sum hevur fingið tillutað 2 loyvi at útbyggja havvindorkuna í týskum sjógvi, er franska TotalEnergies, sum skal framleiða umleið 3GW.
-Varandi orka hevur alstóran týdning fyri okkara virksemi, sigur Matthias Bausenwein, sum stendur á odda fyri havvindorkuni hjá BP, við Financial Times. -Hetta er eitt greitt tekin um okkara ábyrgd at vera partur av orkuskiftinum frá at vera eitt oljufelag til at gerast eitt orkufelag. Hetta stigið er eitt vegamót í royndunum hjá BP at vera framleiðari av varandi orku.
Partur av verkætlanini er eisini at framleiða grønt vetni, biobrennievni og minking av útlátinum á orkuviðgerðarstøðunum í landinum.
Eisini stjórin í Shell ger greitt, at felagið ynskir at raðfesta íløgur í varandi orku, tó at bæði Shell og BP hava gjørt greitt, at tey fara framhaldandi at raðfesta og gera íløgur í olju og gassvirksemi.
Kelda: Financial Times
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald