Innanlands

Orkuframleiðsla og orkunýtsla í Føroyum í 2023

Væntast kann, at oljunýtslan til elframleiðslu og hitaframleiðslu fer at vera minni í 2024 enn í 2023.

2024-09-04 20:33 Author image
Jan Müller
placeholder
Umhvørvisstovan ger hvørt ár upp, hvussu gongdin á orkuøkinum hevur verið árið frammanundan. Hagtøl verða savnað saman frá oljufeløgunum, SEV, brennistøðunum, Fjarhitafelagnum og øðrum aktørum. Tølini verða síðani viðgjørd og sett inn í eina serliga mynd, sum samanfatandi vísir, hvussu orkuviðurskiftini vóru hetta árið.

Mynd niðanfyri vísir orkurenslið í Føroyum í 2023.

[object Object]
 

Orkurenslið er 3925 GWh, sum er samlaða orkunøgdin frá øllum orkukeldum vinstrumegin á myndini. Tað er hendan orkunøgdin, sum er neyðug til alt orkukrevjandi virksemi í Føroyum, sum sæst høgrumegin á myndini.
Sum sæst, er olja framvegis nógv tann størsta orkukeldan – 89% av øllum.

Í 2023 var samlaða oljunýtslan 302.400 tons. Hetta eru 7.000 tons meir enn í 2022, men 11.000 tons minni enn í 2021, sum var tað árið, tá higartil mesta oljan varð brúkt í Føroyum.

Útreiðslurnar hjá Føroyum til oljukeyp eru sera stórar. Størsta útreiðslan higartil var 2,3 mia. kr. í 2022.

Í 2023 brúktu vit 5426 tons minni í ferðsluni á landi og til upphiting í mun til í 2022. Eisini sæst ein minking á hesum økjum frá 2021 til 2022. Lítið er at ivast í, at hendan góða gongdin fer at halda fram, har fleiri skifta til elrikin akfør og til upphiting við hitapumpum av ymsum slagi.

Í tveimum geirum hevur ikki eydnast at minka um oljunýtsluna í 2023. Talan er um ídnaðinum á landi og í elframleiðsluni. Í báðum førum er hetta orsakað av stórum vøkstri í virkseminum í okkara høvuðsvinnum, nevniliga alivinnuni og pelagisku vinnuni.

Í 2023 eru allar myllurnar hjá Magn og Effo/Vindrøkt virknar, men samstundis er SEV ikki komið á mál at gagnnýta nýggju battarí- og synkronkompensatorskipanina á Sundi til fulnar. Tí verður lutfalsliga nógv vindorka ikki gagnnýtt - heilir 72 GWh. Haraftrat verða umleið 11 GWh av vatnorku ikki gagnnýttir vegna umvælingar av vatnorkuverkum.

Úrslitið er tí, at vøksturin í elnýtslu hetta árið í størri mun má nøktast við olju.

Elframleiðslan í Føroyum til og við juli 2015-2024: 
 
Her síggjast ábendingar um, at væntast kann ein væl grønari framleiðsla í 2024 enn í 2023. Bæði í 2023 og í 2024 er munandi vøkstur í samlaðu elnýtsluni, og eisini munandi vøkstur í framleiðsluni av el úr vindorku. Men í 2024 sæst eisini ein størri minking í oljunýtsluni, og er hetta orsakað av betri rakstri av nýggju útgerðini á Sundi.

Haraftrat eru tillagingar gjørdar í fjarhitaskipanini í Tórshavn, sum gera, at spillhiti frá brennistøðini og frá Sundsverkinum verður betri gagnnýttur.

Alt í alt kann tí væntast, at oljunýtslan til elframleiðslu og hitaframleiðslu fer at vera minni í 2024 enn í 2023.

Oljunýtslan í ídnaðinum fer framhaldandi at vera stór í 2024.

Nøgdin av avlopselorku frá vindmyllunum fer at vaksa uppaftur meira, tá nýggju vindmyllulundirnar í Klivaløkshaga og í Porkeri vera tiknar í nýtslu. Um rætt verður borið at, kann hendan avlopselorkan gagnnýtast í stóran mun í pelagiska ídnaðinum. Hetta fer bæði at minka heilt munandi um oljunýtsluna í ídnaðinum og eisini at økja um inntøkugrundarlagið í elveitingargeiranum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder