Kring okkum í bæði Norra, Danmark, Týsklandi, Hálandi og Bretlandi eru vindmylnulundir til havs vornar alt meira áhugaverdar, tí her fæst mest burtur úr vindorkuni. Eisini hjá næsta granna okkara, Hetlandi, eru tey farin at raðfesta havvindmyllur.
SEV, sum gongur undan saman við fleiri øðrum aktørum, at menna grønu orkuna í Føroyum, vil fegið hyggja longur fram enn til 2030, tá vit hava sett okkum sum mál at vera 100% grøn á elorkuøkinum.
Á heimasíðuni skrivar SEV m.a.:
-Visiónin er at vera 100 prosent sjálvbjargin í mun elorku á landi í 2030, við øðrum orðum leys av olju í mun til framleiðslu av streymi til húsarhald, stovnar og vinnuvirksemi, herundir eisini flutning og upphiting av húsum og vinnubygningum.
Fyri at røkka hesum máli, hevur SEV síðani 2014 arbeitt eftir eini útbyggingarætlan, sum støðugt verður eftirmett og dagførd í mun til framrokningar av mettum elorkutørvi í Føroyum.
Higartil hevur útbyggingarætlanin bert fevnt um orkuna á landi, men skulu vit verða sjálvbjargin á sjógvi eisini, tvs. við brennievni til skip og bátar, so røkkur verandi útbyggingarætlan ikki.
Fyribils framrokningar vísa, at skulu vit í Føroyum framleiða brennievni sum t.d. vetni (hydrogen), ammoniak ella metanol, verður neyðugt við eini fleirfalding av elorkuframleiðsluni. Talan er um so stórar útbyggingar av grønu framleiðsluni, at tað neyvan kann gerast á landi.
Í tí sambandi hava SEV og Umhvørvisstovan lagt fram nakrar tankar um, hvørt ein loysn kundi verið ein stór sjóvindmyllulund í føroyskum sjóøki, eystanfyri Føroyar.
Menningin innan flótandi vindmyllur er stór, og saman við góðu vindviðurskiftunum og stóra økinum eystanfyri Føroyar er ikki óhugsandi, at vit kundu bygt eina stóra flótandi vindmyllulund, sum umframt at veita orku til Føroyar, kundi útflutt vindorku til eitt nú Hetland og Bretland og møguliga til boripallar í økinum við føroyska markið.
Føroyski tørvurin á elorku fram til 2040, eisini við framleiðslu av alternativum brennievni til skip, er fyribils mettur at liggja um uml. 3-4 TWt, og møguleiki hevði tí eisini verið at útflutt elorku til eitt nú Hetland og Bretland, umframt boripallar í økinum, um áhugi var fyri tí.
Tankarnir, ið vóru lagdir fram á Arctic Circle ráðstevnuni í Íslandi í farnu viku, umfataðu eina stóra flótandi vindmyllulund eystanfyri Føroyar á 2 GW, við eini leystligari mettar framleiðslu á uml. 12 TWt, umframt eitt kaðalsamband til td. Hetland og/ella Bretland, sum kundu keypt ein part av framleiðsluni.
Ein slík verkætlan er risastór og hevði sjálvsagt skula verið framd í norðurlendskum ella altjóða samstarvi.
“Hetta er ein av allarhelst fleiri møguligum loysnum, og enn eru hetta bert tankar, men vit eiga longu nú at hugsa um, hvussu vit ætla at tryggja føroysku orkuskipanina í árunum eftir 2030” sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV, sum legði fram á ráðstevnuni í Reykjavík, á verkstovu, sum Kári Mortensen, leiðari á deildini Orka á Umhvørvisstovuni, stóð fyri skrivar SEV á síni heimasíðu.
Orkan.fo, sum hevur fylgt gongdini innan havvindmyllur, fer eisini í komandi greinum at gera meira burtur úr hesum týðandi framtíðar táttinum í grøna orkuskiftinum.
Hvat kunnu vit gera einsamallir, hvat saman við okkara grannum í m.a. Hetlandi og Íslandi eru spurningar, sum ljós fer at verða varpað á komandi árini.
Fyrr í ár skipaði Føroya Orkuídnaðarbólkur, FOÍB fyri fyrilestrum um m.a. havvindorkuframtíðina. Tað var í sambandi við vitjan av kenda bretska orkuserfrøðinginum, Gunther Newcombe, sum hevði kunnandi fundir við bæði landsstýrismannin í orkumálum, SEV, Umhvørvisstovuna, Føroya Tele og aðrar stovnar, har hann kunnaði um grønu orkuverkætlanina ORION OG framtíðar vindorkuætlanir í Hetlandi og eisini nam við møguleikan fyri samstarvi á m.a. vindorkuøkinum í Norðuratlantshavi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald