Innanlands

Orkurenslið í Føroyum 2021

Umroknað til GWh, var samlaða orkunýtslan í Føroyum í 2021 3978 GWh í mun til  3833 GWh í 2020. Vøksturin var sostatt 145 GWh ella 3,8 prosent. Hetta skrivar Umhvørvisstovan

2022-08-23 12:04 Author image
Jan Müller
placeholder

Samlaði oljuinnflutningurin í 2021 var 312.787 tons fyri 1340 milliónir krónur. Til samanberingar var innflutningurin 300.971 tons fyri 930 milliónir krónur í 2020.
Oljunýtslan til elframleiðslu vaks eisini. Í 2021 var oljunýtslan 54.116 tons, sum er 2576 tons meir enn í 2020, tá nýtslan var 51.540 tons. Í 2021 kostaði oljan til elframleiðslu 183,7 milliónir krónur í mun til 164,4 milliónir krónur í 2020. 



Orkukeldur
Vinstrumegin í myndini síggjast orkukeldurnar, sum eru olja, vatn, vindur, burturkast, biogass og orka sum hitapumpur taka frá umhvørvinum.
Nógv tann størsti parturin av samlaðu orkunøgdini, 91,4% kemur frá olju.
Eisini sæst, at orka brúkt á sjónum er 44,4% og orka brúkt á landi er 55,6%.


Orkunýtsla
Høgrumegin í myndini sæst orkunýtslan.
Myndin vísir, hvussu orkunýtslan er býtt millum brúkarabólkar.
Orka til upphiting kemur bæði frá olju, hitapumpum og fjarhita, men parturin frá olju er nógv størstur, heili 88%.


Elframleiðsla
Elframleiðslan var íalt 424 GWh. Framleiðsla úr grønum orkukeldum var 38% og úr olju 62%.
Tað er vert at nevna tvey nýggj grøn framleiðsluverk, sum í 2021 fyri fyrstu ferð framleiddu alt árið. Annað er vindmyllulundin í Porkerishaganum og hitt er biogassverkið hjá Førka.
Øll elframleiðslan hjá Førka, 7,5 GWh fór beint á elnetið, meðan bara 7,7 GWh av framleiðsluni í Porkerishaganum fekst til høldar. Mest møgulig framleiðsla har kundi verið 19,6 GWh.
Hesi bæði verkini hava spart SEV íalt um 3000 tons av olju í 2021.

Oljuriknu verkini framleiddu 263 GWh av elorku og 348 GWh fóru út við roykinum og kølivatninum á verkunum hjá SEV á Sundi, í Vági og norðuri á Strond.

Hitapumpur brúktu 23 GWh av elorku, tóku 55 GWh úr umhvørvinum og lótu 78 GWh til upphiting.

Oljukostnaður
Samlaði oljuinnflutningurin í 2021 var 312.787 tons fyri 1340 milliónir krónur. Til samanberingar var innflutningurin 300.971 tons fyri 930 milliónir krónur í 2020.
Oljunýtslan til elframleiðslu vaks eisini. Í 2021 var oljunýtslan 54.116 tons, sum er 2576 tons meir enn í 2020, tá nýtslan var 51.540 tons. Í 2021 kostaði oljan til elframleiðslu 183,7 milliónir krónur í mun til 164,4 milliónir krónur í 2020.

Gongdin í orkuframleiðslu og orkunýtslu seinastu seks árini.

Kelda: Orka

Myndin vísir gongdina í orkunøgdum fyri hvørja orkukeldu sær og samlaðu orkunøgdina í tíðarskeiðinum 2016 til 2021. Samlaði vøksturin í tíðarskeiðinum er 24%, og stavar serliga frá vøkstri í oljunýtslu á sjónum (31%) og á landi (18%). Eisini er stórur lutfalsligur vøkstur í nøgdini av burturkasti (16%) og í orku úr umhvørvinum (49%), men hesin vøkstur munar tó minni í samlaðu myndini enn vøksturin í oljunýtslu.

Tað eru nógvar grundir til hesa gongdina, sum ikki skulu greinast her, men viðmerkjast kann, at vøksturin í fólkatali frá 2016 til 2021 hevur verið 7% og vøksturin í BTÚ umleið 12%.

Gongdin í elframleiðsluni seinastu seks árini


Kelda: Orka

Myndin vísir gongdina í elframleiðslu frá 2016 til 2021. Eisini á hesum økinum er stórur vøkstur.

Samlaði vøksturin hetta seks ára tíðarskeiðið er 34%. Nærum allur vøksturin verður nøktaður við meiri framleiðslu úr olju. Oljunýtslan er vaksin heili 68%.
Framleiðslan úr vatni og vindi hevur verið nøkunlunda støðug, meðan nýggja biogassverkið hevur gjørt mun við 7,5 GWh í 2021.

Heimasíðan hjá Umhvørvisstovuni skrivar, at um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost [email protected]


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder