Grøna danska orkuflaggskipið Ørsted, fyrrverandi Dong, er av álvara komið í tungan sjógv. Seinasti lúsingurin frá Donald Trump, har hann hevur steðgað eini vindútbygging rakar so meint, at virðið á fyritøkuni er fallið nógv, eina løtu heili 36%.
Í danska Fólkatinginum, sum eigur helvtina av fyritøkuni, verður nú tosað um, at staturin eigur at umhugsa heilt at taka seg úr fyritøkuni. Alternativið er at leggja 30 miá. kr. á borðið í nýggjum partapeningi í sambandi við fyrst eina vindorkuætlan.
Omaní hesa kemur nú enn ein verkætlan, sum fyrisitingin hjá Donald Trump steðgaði nú um dagarnar. Tvs. at Ørsted stríðist nú við tveimum vindorkuverkætlanum í USA. Herfyri keypti norska orkufyritøkan Equinor 10% av Ørsted.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald