Uttanlands

París-avtala fimm ár á baki - ES gongur undan

ES samt um at minka CO2 útlátið við 55% í 2030

Í ES er semja um at minka um CO2 útlátið við 55% í 2030

Í ES er semja um at minka um CO2 útlátið við 55% í 2030

2020-12-12 23:15 Author image
Jan Müller
placeholder
Í dag eru 5 ár gingin, síðani flestu av heimsins tjóðum á stóru veðurlagsráðstevnuni COP21 í París skrivaðu undir sáttmála um at steðga globalu upphitingini til niðanfyri 1,5 stig - við at seta tiltøk í verk ímóti vaksandi dálkingini av veðurlagnum og harvið klótuni.
 
Hóast nógv lond síðani hava sett sær ymisk mál at minka um CO2 útlátið komandi árini  við m.a. at menna varandi orkukeldur so sum vind- og sólorku og skerja framleiðsluna av fossilum brennievnum, so eru tað kortini tey, sum framvegis ivast í, um rokkið er á mál ella nær námind tí sæð út frá París-sáttmálanum.  Undan avtaluni høvdu verið nógvar aðrar ráðstevnur og fundir um, hvussu røkkast kundi á mál við einum sáttmála, ið øll heimsins lond kundu taka undir við. Nú hava ES londini tikið avgerð um at minka útlátið við 55% longu í 2030. Upprunaliga málið hjá ES var ein minking uppá 40% um 10 ár.  Sostatt ganga tey á odda av øllum heimsins londum, hvat viðvíkur grøna umskiftinum. Komandi tíð fer tó at vísa, um londini megna at halda seg til yvirornaðu málini, nú tað er so ymiskt, hvørjar orkuskipanir londini hava. 
 
 “Henda avtala bjargar ikki heiminum, men hon hevur kanska bjargað okkara møguleika fyri at bjarga jørðini,” sigur amerikanski pionerurin innan veðurlagsbroytingar, Bill MacKIibben sambært danska blaðnum Informatión. 
 
Hesi fimm árini við París avtaluni hava lond sett sær ymisk mál fyri at minka ella heilt at steðga CO2 útláti innan eitt ávíst áramál. Nøkur  lond í Vesturheiminum hava sett sær sum mál at minka útlátið við upp við 70% innan 2030 ella 2050 ella heilt steðga tí. Tað hevur so eisini gingið tann øvugta vegin. USA tók seg longu tíðliga út úr Parísavtaluni eftir, at Donald Trump tók við sum forseti. Kortini hevur USA verið eitt av teimum londum, sum hevur minkað mest um útlátið hesi fimm árini.
 
Nú hevur so komandi forsetin Joe Biden sagt frá, at eitt av hansara fyrstu avgerðum er at fáa USA við aftur í Parísavtaluna. Enn eitt stórveldi, Kina hevur fram til nýliga dult sína støðu til tiltøk, sum kunnu steðga veðurlagsbroytingum, tó at landið herfyri brádliga segði frá, at tað ætlar at hava nul-útlát í 2060. Hetta verður tikið sum ein sigur fyri altjóða royndirnar at minka um útlátið. Í dag er Kina stórbrúkari av koli, sum verður mett sum ein av størstu dálkarunum. Kinverjar, sum byggja fleiri kolaorkuverk hvønn mánað, siga seg kortini vilja minka um kolorkuna sohvørt sum teir menna varandi orkukeldur so sum vind- og sólorku. 
 
Seinasta nýggja um okkara leiðir er, at ES er um at taka avgerð um tess framtíðar veðurlags- og orkupolitikk. Tað er sum heild semja um at gevast við at gera íløgur í kol og olju og minka um íløgurnar í gass. Gass verður tó mett at vera neyðugt hjá teimum londum, sum skulu skifta frá koli, og har varandi orka ikki røkkur til.  Eisini verður kjarnorka loyvd sum  partur av framtíðar ES orkupolitikkinum. 

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder