Flestu føroyingar munnu minnast, tá avgjørt varð at umvæla ein av heimsins størstu boripallum West Hercules í Føroyum í 2014. Handverkarar á Skálafjørðinum fingu sítt fyrsta sveinaprógv í umvæling av einum stórum boripalli. Eftir væl útint arbeiði setti pallurin kós tvørtur um Atlantshav til havleiðirnar eystan fyri New Foundland og Labrador í Kanada, har norska Equinor hevði gjørt eitt stórt oljufund á Bay du Nord leiðini stutt frammanundan. Har skuldi West Hercules, eftir at hava borað brunnar í Føroyum, bora fleiri brunnar sum partur av hesi nýggju og stóru verkætlanini.
![]()
Nú 13 ár seinni verður framvegis arbeitt við at gera verkætlanina til veruleika. Ein ætlan, sum fer at kosta umleið 100 mia. kr. Nú er tað so hent, at BP hevur tikið seg úr verkætlanini, soleiðis at Equinor nú stendur einsamalt um hesa stóru íløguna. Felagið roynir tí at finna onnur feløg, sum vilja vera partur av verkætlanini. Umhvørvisfeløg í Kanada vilja vera við, at BP tekur seg aftur, tí tað metir ikki, at lønsemi er í verkætlanini. Tað tekur Equinor tó ikki undir við.
Verkætlanin verður av Equionor skýrd at vera í heimsflokki, og felagið ætlar sær at taka endaliga íløguavgerð í 2027. At BP tekur seg úr ætlanini verður mett at vera tí, at felagið metir aðrar verkætlanir hava størri raðfesting. Verkætlanin hevur møtt mótstøðu frá umhvørvisfelagsskapum, sum halda, at Kanada eigur heldur at leggja seg eftir varandi orku heldur enn olju og gass. Feløg løgdu eisini sak móti myndugleikunum fyri at steðga ætlanini, men taptu sakina.
Nýggja oljuleiðin út fyri Kanada liggur norðan fyri tvær aðrar stórar oljuleiðir, Hibernia og Hebron.
Bay du Nord varð funnið í 2013 og síðani eru boraðir nógvir avmarkingarbrunnar. Teir seinastu hava givið so mikið góð úrslit, at Equinor heldur tað vera rætt at fara víðari og gera verkætlanina til veruleika. Tað eru so eisini tey, sum sáa iva um verkætlanina, nú hon liggur so langt út landi og á stórum dýpi. Tað hevur tó ikki broytt støðuna hjá Equinor, sum nú er farið at gera seinastu kanningarnar og útrokningarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald