Gazprom boðaði í dag frá, at Nord Stream1 gassleiðingin úr Russlandi til Týskland einans vil veita 33 mió. kubikkmetrar av gassi um dagin frá mikudegnum at rokna. Hetta skrivar Bloomberg. Tað er umleið helvtin av tí gassmongd, sum í løtuni verður pumpað gjøgnum gassleiðingina og einans 20% av fullu orkuni í leiðingini.
Orsøkin sigst vera, at tað eru trupulleikar við eini turbinu, tvs. at tað eru tøkniligar orsøkir til, at tað nú verður skrúvað niður fyri aftur gassveitingini. Eftir hetta verða bara tvær turbinur av seks koyrandi. Eftir at tíðindini komu fram er gassprísurin kring alt Evropa øktur munandi.
Hóast Russland lat uppaftur fyri gassleiðingini, eftir at hava umvælt hana í 10 dagar, hava myndugleikar í Týsklandi ávarað um, at Russland uttan iva fór at seta tiltøk í verk fyri at geva Týsklandi trupulleikar. Og tað er eftir øllum við at henda nú. Nú verður av álvara roknað við, at Týskland fer í resessión, tvs. at atgerðin frá russiskari síðu fer birta uppundir stórar búskaparligar trupulleikar í Týsklandi skrivar Reuters.
Evropa fær umleið 40% av sínum gassi úr Russlandi og umleið 25% úr Norra. Russland minkaði longu fyri mánaði síðani gassveitingina gjøgnum Nord Stream1 við 40%, og eftir umvælingararbeiðið herfyri varð ferðin av flutninginum eisini avmarkað nakað. Tað hevur ljóðað, at ein turbina, sum er umvæld í Kanada, enn ikki er komin fram, og skal hetta vera orsakað av, at Gazprom hevur drigið málið út skilst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald