Ringt er at vita, serliga í hesi óvanligu koronatíð, hvørjum man skal trúgva av mongu gitingunum og leysasøgunum, sum altjóða orkugreinarar og miðlar varta upp við í løtuni.
Tann nýggjasta útsøgnin í oljuprísmálinum kemur frá amerikanska miðlinum CNBC, sum hevur tosað við stjóran í russiska orkugrunninum Russian Direct Investment Fund, Kirill Dmitriev. Hann sigur sambært Reuters, at Russland og Saudi-Arabia eru sera tætt við at gera eina avtalu um at avmarka oljuframleiðsluna.
Sambært honum fer ein slík avtala at tryggja frið og javnvág á marknaðinum.
Haraftrat eru samrøður millum russiskar og amerikanskar myndugleikar um at fáa oljuskiferfyritøkur í USA at skerja framleiðsluna. Russiski forsetin Vladimir Putin segði fríggjakvøldið, at hann roknar við, at tað er møguligt at finna eina semju um at lækka altjóða oljuframleiðsluna við 10 mió. tunnum um dagin. Men sum skilst er kravið frá bæði Russlandi og Saudi-Arabia, at Trump forseti gevur skiferframleiðarunum í USA boð um at vera við í eini avtalu. Tað ljóðar, at forsetin er lítið hugaður fyri hesum, nú nettupp skiferframleiðararnir hava gjørt USA sjálvveitandi við olju og gassi.
Munurin millum eitt nú Saudi-Arabia og USA er so eisini tann, at meðan tað í USA eru meira enn 6000 skiferframleiðarar og tískil ikki bara sum at siga tað at finna eina felags loysn, so er í Saudi-Arabia bert ein framleiðari.
Úr norska miðlinum e24, har russiskur orkustjóri kunnar um jaligar samráðingar millum Russland og Saudi-Arabia
Trump forseti er tí í eini rættiliga løgnari støðu. Øðrumegin roynir hann at fáa onnur stór oljulond at lækka framleiðsluna fyri at halda prísinum uppi so skiferframleiðararnir ikki fara á heysin, og hinumegin skal hann nú tvinga sínar egnu skiferframleiðarar at lækka framleiðsluna - eina annars vaksandi og sera gevandi framleiðslu, sum skiferfyritøkurnar hava vunnið nógvan pening uppá og eisini gjørt USA til heimsins størsta oljuframleiðara.
Í hesi fyri tað mesta ósjónligu altjóða telving lækkar oljuprísurin ein dag fyri so at hækka aftur tann næsta dagin, alt eftir hvørjar útmeldingar koma frá stóru oljuframleiðarunum. Eftir at oljuprísurin er lækkaður við nærum 50% síðani ársbyrjan og hevur havt beina leið niður móti 20 dollara markinum, so vaks hann brádliga til nærum 34 dollarar fríggjadagin, tá tíðindini bórust um, at fundur varð avtalaður millum Opec lond og Russland at vera mánadag.
Men longu leygardagin kyknaði aftur eldur í orðkríggið millum teir báðar oljurisarnar, Russland og Saudi-Arabia um, hvør hevur ábyrgdina av oljuprísfallinum. Um somu tíð bórust tíðindini um, at fundurin Opec hevði boðað frá skuldi vera mánadagin er útsettur til hósdagin. Og hetta hevði alt fyri eitt við sær eina munandi príslækking, tó at prísurin aftur er komin í eina meira stabila løgu aftur við 33 dollarum fyri tunnuna.
Tað ljóðar, at Russland, sum er ein av heimsins størstu olju- og gassframleiðarum, kann liva við einum oljuprísi uppá 20 dollarar fyri tunnuna. Eygleiðarar vilja sambært Bloomberg vera við, at russiska stjórnin í eina tíð hevur fyrireikað seg uppá at tillaga fíggjarætlanina til ein nýggjan oljuprís, sum kann vera 20 dollarar. Russland hevur fyri at fíggja hesa ætlan í hyggju at økja um skuldina.
Tað er eisini farið at ljóða, at onnur lond uttan fyri Opec eisini umhugsa at gerast partur av eini fleirilandaavtalu um at skerja framleiðsluna. Og Norra er eitt teirra. Nýggi norski oljuráðharrin, Tine Bru sigur sambært Bloomberg, at Norra vísir ikki aftur at vera partur av eini slíkari avtalu og er í løtuni í samskifti við onnur lond. Tað vil so vera fyrtu ferð í 20 ár, at Norra hevur gingið við til at skerja sína framleiðslu fyri at hjálpa oljuprísinum. Seinasta nýggja er, at Norra fegið vil vera partur av fundinum í Opec hósdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald