Uttanlands

Saudi Arabia tilreiðar at økja framleiðslu

Um so er at russiska framleiðslan fer at minka eftir sanktiónirnar frá Vesturheiminum er Saudi Arabia sinnað til at økja um framleiðsluna

2022-06-02 17:18 Author image
Jan Müller
placeholder

 




Hetta skrivar Financial Times í dag. Stjórnin í Saudi Arabia vil við hesum forða fyri at  missa eftirlitið við oljuprísinum, nú sanktiónir raka Russland.

Higartil hevur landið víst aftur áheitanum frá Hvítu Húsunum um at økja oljuframleiðsluna. Men nú eru tekin til, at okkurt møguliga fer at henda í kjalarvørrinum á sanktiónunum móti Russlandi, sum annars er partur av Opec+ samstarvinum.

Saudi Arabia ber ótta fyri, hvat kann henda á marknaðinum, um framleiðslan ikki megnar at nøkta vaksandi eftirspurninginum. Hetta serliga eftir, at ES hevur avgjørt at minka innflutningin av olju úr Russlandi við 90% innan árslok.

Oljuprísurin, sum eitt skifti í vikuni var 126 dollarar fall niður á 112.80 dollarar í morgun.

Opec hevur fund í dag um støðuna, samstundis sum latið verður upp aftur í stórbýum í t.d. Kina, nú koronastøðan er betrað, og tað kann vera við til at økja um eftirspurningin eftir orku enn meira.

Higartil hevur leiðslan í Saudi Arabia við Mohammed bin Salman á odda, sýtt fyri at ganga áheitanum frá bæði Biden forseta og G7 londunum um stundisliga at økja um framleiðsluna. Heldur ikki vitjanir av framstandandi amerikonksum diplomatum hava fingið Salman at broyta meining. Nú ljóðar so, at landið vil vera meira lurtandi eftir amerikonsku ynkjunum. Tað er eisini greitt, at Biden forseti ætlar at vitja Saudi Arabia í hesum árinum. Enn er tó einki ítøkiligt um møguliga øking í framleiðsluni. Higartil hava Opec+ londini varðveitt verandi orkupolitikk, sum hvønn mánað snýr seg um at økja framleiðsluna við 440.000 tunnum um dagin. 

Ein av orsøkunum til at Saudi Arabia hevur verið so varið við at økja um framleiðsluna enn meira eru goymslurnar. Hesar mugu vera fullar, um ein verulig orkukreppa tekur seg upp.

Orkuráðharrin í Saudi Arabia, sum er hálvbróður hjá Salman prinsi sigur, at landið framvegis metir Russland sum ein týðandi partnara í Opec+ samstarvinum.  Tað fer ikki at venda Russlandi bakið eins og Vesturheimurin. 


Kelda: Financial Times

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder