Uttanlands

Lond semjast um at geva kolaorku durafjórðingin

Fleiri lond á COP26 ráðstevnu eru samd um at gevast við kolaorku í 2030 og 2040 og eisini um at gevast at fíggja kolvetnisætlanir sum heild. Oljufeløg ávara um avleiðingarnar.

2021-11-04 15:38 Author image
Jan Müller
placeholder

Triði dagurin á COP26 snúði seg fyri tað mesta um fíggingina av orkuframtíðini og her serstakliga av kolvetni og í heila tikið fígging av tiltøkum til tess at minka um veðurlagsbroytingarnar. Í hesum sambandi hava 20 lond m.a. avgjørt at gevast við at fíggja kolvetnisverkætlanir í øðrum londum. 

Tað vóru annars stórtíðindi, tá Kina herfyri boðaði frá, at tað fer at gevast við at fíggja kolaverkætlanir í øðrum londum. Hóast hetta fer Kina í mong ár aftrat at útbyggja egnu orkuskipanir við nýggjum kolaorkuverkum. 

Semjan, sum er gjørd um kolaorku, sigur, at ríkaru londini skulu gevast heilt við at brúka kol seinast í  2030-árunum, meðan menningarlond fáa longri skotbrá fram til endan av 2040-unum. Henda semja fevnir tó framvegis ikki enn um stór kolabrúkaralond so sum USA, Kina og India.

Støðan við kolinum er vorðin ein tann heilt stóri spurningurin á COP26, nú so mong lond og her ikki minst menningarlond ikki kunnu vera kol fyriuttan í streymframleiðsluni. Eisini at eitt av ríkastu londunum Týskaland  framvegis er nógv bundið at koli og roynir í hesum sambandi at skifta út kolaorku við gassi, sum kortini ikki fær stuðul frá teimum grønu, ið eisini eru ímóti gassorku. Og nú verður so aftur tosað um at brúka kjarnorku, sum Týskaland annars hevur vent bakið. Hetta vísir bara, hvussu fløgt alt orkumálið er og fer at vera í mong ár aftrat.

Eitt er so kol, sum verður mett at vera tað mest dálkandi av øllum orkusløgum.  Nú hevur so spurningurin um at gevast við at fíggja bæði olju og gass eisini verið á dagsskránni samtíðis við, at mótmælisgongur móti kolvetnisfígging hava myndað gøturnar í Glasgow. Roynt verður við hesum at steðga øllum nýggjum útbyggingum av kolvetnisfundum og samtíðis at stegða nýggjari oljuleiting.

Hetta verður so fyrstu ferð, at lond nú eisini taka bæði olju- og gassfígging við í sínar avgerðir. Og her er tað serstakliga ein oljukelda, sum liggur tætt við Føroyar, Cambo, sum verður brúkt sum jarnbrot  og er vorðin ein høvuðsfíggindi hjá umhvørvisrørslunum.

Cambo verður tikið fram sum dømi um, at ongar nýggjar útbyggingar av olju- og gassfundum skulu fara fram í hvussu so er í Bretlandi. Avgerðin um Cambo liggur sum er í hondunum á bretsku myndugleikunum. Her hava norðmenn annars eina heilt aðra støðu, tí har skulu bæði útbyggingar og nýggj leiting eftir kolvetnum fara fram komandi árini m.a. við tí í huga at stuðla upp undir grøna orkuskiftið.  

Umboð fyri kolvetnisfyritøkur hava annars ávarað um avleiðingarnar, um allur fíggjarheimurin ger álvara av  at gevast við at fíggja tað virksemi, sum hesar fyritøkur standa fyri og sum tær halda vera ein avgerandi fyritreyt fyri at kunna tosa um grøna orkuskiftið. Tað eru m.a. royndir, vitan, fígging og tøknilig framstig hjá oljufeløgunum, sum hava ein týðandi leiklut í royndunum  til tess at fremja grøna skiftið og harvið í stríðnum móti veðurlagsbroytingum siga umboð fyri oljufeløgini.

Um somu tíð sum meira enn 100 ríkisleiðarar og túsundtals umboð fyri meira enn 200 lond kjakast í Glasgow við m.a. tí fyri eygað at steðga eitt nú íløgum í fossila orku, so verður staðfest, at heimurin hevur brúk fyri hesi í mong ár aftrat, og tí ber ikki til at kvetta á stokkinum, sum eitt nú forsætisráðharrin á Barbados orðar seg.

Hon segði við CNN í morgun, at sjálvandi er kósin at gerast óheft at fossilari orku, men hetta gerst ikki eftir einum degi. -Tað er betri at liva við ringari orku enn als ongari, segði hon m.a. við amerikonsku sjónvarpsrásina og sipaði við hesum til tann veruleika, at broytingin til grøna skiftið er bæði trupul og torgreið, og tí má varsemi og skilvísi ráða og tí mugu ikki takast ov skjótar og  víðgongdar avgerðir, sum kunnu seta fót fyri eitt nú fátækum londum.

Tað verður av viðmerkjarum á COP26 eisini víst á, at tað er eitt paradox, tá amerikanski forsetin heitir á Opec og Russland um at vaksa um olju- og gassframleiðslu, tá tað um somu tíð verður lagt upp til at steðga allari fígging av nettupp olju og gassi. Tosað verður í krókunum í Glasgow um, at ein komandi oljuprísur uppá 120 dollarar fyri tunnuna ikki er ómøguligur. Tí koma ikki nýggjar olju- og gassgoymslur til av avloysa tær, sum eru við at tømast, tá verður ikki nokk til at nøkta eftirspurningin við tí avleiðing, at vit fáa ein alt ov høgan olju- og gassprís við eftirfylgjandi orkukreppum eins og hetta fer at steðga búskaparvøkstrinum, sum vónir annars hava verið settar til eftir at korona ger minni um seg. 

Í dag verður fundur í Opec+ londunum, har roknað verður við, at londini fara at svara aftur uppá útmeldingina hjá eitt nú amerikanska forsetanum um at økja um framleiðslu fyri m.a. at lætta um hjá vanliga amerikanska brúkaranum. Roknað verður tó ikki við, at Opec+ fer at økja munandi um framleiðsluna.

Tað nýggjasta á COP26 er tann sannroynd, at 450 fyritøkur í 45 londum hava skrivað undir eina avtalu nevnd “Glasgow Financial Alliance for Net Zero”, sum miðjar móti at brúka 100 billiónir dollarar til fígging av tiltøkum, sum skulu steðga veðurlagsbroytingum næstu 30 árini.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder