Innanlands

Sev: Elnýtslan øktist góð 5% í 2025

Elframleiðslan í 2025 setti aftur met, sigur Sev – Framgongd er í sólorkuframleiðsluni, meðan minking var í framleiðslu úr vindi og vatni

(Savnsmynd: Sev)

(Savnsmynd: Sev)

2026-01-26 13:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Elframleiðslan í 2025 var til samans 506 GWt, og tað er nýtt met. Gamla metið varð sett árið fyri, tá samlaða elframleiðslan var 480 GWt.

Býtið var 51% varandi orka og 49% termisk orka, skrivar Sev.

Stóri vøksturin í eftirspurninginum eftir elorku sæst serliga í meginøkinum við einum vøkstri á 6,3%, meðan nýtslan í Suðuroy minkaði 5,9%.

Á útoyggj er elframleiðslan støðug. Seinastu 10 árini hevur framleiðslan á útoyggjunum ligið á umleið 0,6 GWt. Talan er um oyggjarnar Mykines, Fugloy, Skúvoy, Stóra Dímun og Koltur.

Tað er framvegis Sundsverkið, sum framleiðir størsta partin av streyminum.

Í fjør var framleiðslan 231 GWt ella 46%, sum er tað næsthægsta nakrantíð. Einans í 2021 var framleiðslan eitt vet hægri við 235 GWt.

Fyri 10 árum síðan, í 2015, var framleiðslan á Sundi 'einans' 94 GWt. 2015 var tó serstakliga gott ár til burðardygga elframleiðslu við heili 60% úr varandi orkukeldum, skrivar elfelagið.

Vindorka, sum nú er um 30% av allari elframleiðsluni, var eitt vet minni enn í 2024, sum var met ár. 147 GWt í 2025 í mun til 153 GWt í 2024.

Vatnorkan sveiggjar vanliga ímillum 100-130 GWt árliga, alt eftir hvussu nógv tað regnar. Í 2025 var framleiðslan 102 GWt, ella 20% av allari framleiðsluni. Sambært Sev er tað undir miðal men tó ikki ónøktandi.

Sólorka er í framgongd, og umframt sólorkuverkini hjá Sev, eru onnur privat munandi sólorkuverk sett upp.

Verkið í Sumba framleiddi 184.000 kWt, sum er 5% meira enn í 2024, meðan onnur sólorkuverk hjá Sev ávikavist á Landavegnum og á Strond komu upp á 23.442 kWt í 2025.

Sólorkuverk hjá privatum fyritøkum og húsarhaldum framleiddu tilsamans 387.553 kWt, og hava privat sólorkuverk nú yvirhálað framleiðsluna hjá Sev.

Í Føroyum eru í løtuni gott 50 størri og smærri sólorkuverk, sum framleiða inn á elnetið hjá Sev.

Tilsamans var framleiðslan úr sól smáar 595.000 kWt, svarandi til uml. 120 tons av spardari olju, skrivar Sev.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder