Uttanlands

Shell ætlanir um at siga upp 9000 starvsfólkum

Fyritøkan fer at raðfesta íløgur í varandi orku hægri, men framvegis verða kolvetni kjarnin í tess virksemi

2020-10-06 13:28 Author image
Jan Müller
placeholder

Koronasóttin og lági oljuprísurin hava nú við sær, at eitt av heimsins størstu oljufeløgum, hálendska Shell, hevur í umbúnað at siga upp 9000 starvsfólkum. Hetta verður m.a. gjørt fyri at spara, nú inntøkurnar vegna korona, minkandi eftirspurningi og lágum prísum, eru lækkaðar so nógv.

Shell er so bara tað seinasta av teimum stóru oljufeløgunum, sum fer undir stórar sparingar. Áðrenn hava vit m.a. sæð líknandi skerjingar hjá feløgum sum BP, ExxonMobil, Chevron oø.

Felagið roknar við at kunna minka um útreiðslurnar við 2,5 mia. dollarum um árið. Uppsagnirnar koma at svara til 10% av samlaða starvsfólkahópinum.

Shell er størsti framleiðarin í Norðsjónum og hevur eisini ein týðandi leiklut á Atlantsmótinum tvs. millum Føroyar og Hetland. Herfyri fekk Shell tillutað fleiri nýggj leitiloyvi tætt upp at føroyska markinum.

Hvussu og um komandi uppsagnir fara at fáa avleiðingar fyri tess virksemi í grannalagnum er ilt at meta um. Higartil hevur stjórin í Shell Ben van Beurden víst á tann stóran týdning sum økið millum Hetland og Føroyar hevur fyri framtíðar virksemið hjá felagnum.

Shell hevur annars ikki ítøkiliga sagt frá, um tess sparingar fáa ávirkan á tess virksemi hjá grannanum fyri sunnan, Bretlandi. À høvuðstøðini hjá Shell í Aberdeen eru tey sum vera man spent um, hvørjar avleiðingar útmeldingarnar frá Shell leiðsluni fáa fyri mongu starvsfólkini har.

Hvussu, hvar og nær uppsagnirnar fara at vera fer at verður endaliga  greitt móti endanum á 2022.

Í dag hevur Shell 83.000 fólk í arbeiði kring heimin. Ein av orsøkunum til at Shell skerjir starvsfólkahópin er eisini broytingin á orkuøkinum frá olju og gassi til varandi orkukeldur og harvið eisini royndirnar at minka um CO2 útlátið.

Shell hevur annars gjørt greitt, at tað fer at halda fram við sínum virksemi á kolvetnisøkinum tó at tað fara broytingar fram har eisini. Felagið fer umframt at gera íløgur í kolvetni eisini at leggja seg eftir at gera íløgur í varandi orkukeldur. Shellstjórin hevur gjørt greitt, at framleiðslan av olju og gassi framhaldandi fer at vera kjarnin í tess virksemi. Hetta umfatar m.a. virksemið í Norðsjónum.

“Upstream will be critical to Shell as we change – we need it to be very successful, so we have the financial strength to invest further in our lower-carbon products”, sigur van Beurden við heimasíðuna hjá felagnum.

Tá kreppa tók seg í vinnuni í 2014 seldi Shell burtur av sínum ognum m.a. í Norðsjónum. Samtíðis fór felagið at gera nýggjar íløgur í bæði leiting og útbyggingar í oljuvirksemið á Atlantsmótinum og hevur stjórin í felagnum fleiri ferðir lagt dent á tann týdning, sum hetta økið, ið eisini verður nevnt “West of Shetland” hevur fyri framtíðina hjá felagnum. So seint sum í juli segði stjórin, at "Shell remained committed to the North Sea and underlined its belief in the potential of the West of Shetland area.”

Fyri føroysku veitaravinnuna kann avgerðin hjá Shell at raðfesta økið eystan fyri markið fáa týdning sum frálíðir, nú fleiri útbyggingar av olju- og gasskeldum í hesum økinum standa fyri framman. Eisini fyri føroyska oljuleiting kann jaliga støðan hjá Shell til Atlantsmótið fáa týdning í framtíðini, nú felagið situr á fleiri loyvum upp at markinum, har nógv olja er funnin higartil. Nógv bendir á, at Shell sær stórar møguleikar í einum øki, sum liggur tætt uppat føroyska landgrunninum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder