Uttanlands

Shell stjóri verjir Cambo útbygging við føroyska markið

Hon hevur stóran týdning fyri bæði veitingartrygdina í Bretlandi og fyri grøna skiftið

Ben van Beurden, stjóri í Shell, heldur tað er rætt og best fyri Bretland og fyri grøna skiftið, at loyvi verður latið til útbygging av Cambo kelduni skamt frá føroyska markinum.

Ben van Beurden, stjóri í Shell, heldur tað er rætt og best fyri Bretland og fyri grøna skiftið, at loyvi verður latið til útbygging av Cambo kelduni skamt frá føroyska markinum.

2021-10-29 21:42 Author image
Jan Müller
placeholder

Nú í longri tíð hevur stóra olju- og gasskeldan Cambo beint eystan fyri føroyska markið verið í miðdeplinum í kjalarvørrinum á umhvørvis- og veðurlagskjakinum. Um somu tíð sum bretskir myndugleikar viðgera umsókn at geva loyvi til útbygging av Cambo, vilja umhvørvisfelagsskapir so sum Greenpeace steðga hesi, tí hon skal ganga beint ímóti veðurlagspolitikkinum.

[object Object]

Nú tekur so stjórin í Shell, Ben van Beurden til orðanna og verjir útbyggingina. Shell er partur av hesi saman við fyristøðufelagnum Siccar Point Energy. Cambo er tó bert ein av fleiri stórum olju- og gasskeldum, sum standa fyri at verða útbygdar. Tær skulu so vera við til at tryggja bretska orkueftirspurningin í fleiri áratíggju og eru eisini partur av eini avtalu millum vinnuna og myndugleikarnar miðvíst at minka um útlátið av CO2.

Shell-stjórin, sum sjálvdan úttalar seg beinleiðis um ávísar oljukeldur so sum Cambo, sigur, at hon hevur týdning fyri bretsku veitingartrygdina og fer hon at verða steðgað, so fer Bretland at gerast meira bundið at innflutningi av olju og gassi. Tað kann so hava við sær, at útlátið tvørturímóti fer at vaksa,  umframt at henda gongd fer at gerast dýrari fyri brúkaran og samfelagið og fer tað at tarna royndunum at røkka eini meira reinari orkuskipan.

-Um stjórnin í Bretlandi ynskir at veita í hvussu er ein part av orkutørvinum við heimligum tilfeingi, so eigur hon at geva loyvi til slíkar verkætlanir sum Cambo. Um sagt verður, at vit ikki skulu sleppa at menna egið tilfeingi á einum landgrunni, sum hevur strangastu krøv til eftirlit, tá tað snýr seg um grøna skiftið, útint av einum felag, ið ynskir at brúka sína fíggjarligu styrki til at skunda undir grøna orkuskiftið í øðrum pørtum av orkuskipanini, og man heldur vil økja um innflutingin av orku aðrastaðni frá, gevur tað tá yvirhøvur nakra meining spyr ein undrandi Shell stjóri sambært blaðnum The Herald. Hann vísir annars á, at avgerðin um Cambo nú liggur í hondunum á bretskum orkumyndugleikum og í síðsta enda á bretsku stjórnini.

Shell hevur víst á, at tað ætlar at brúka vinningin tað fær frá olju- og gassframleiðslu í eitt nú Norðsjónum til m.a. at gera íløgur í nýggjar orkuskipanir og tøkni, sum eru neyðug fyri at minka um altjóða útlátið.

Van Beurden sigur í eini viðmerking til tíðindini um, at tann múgvandi hálendski pensiónsgrunnurin, ABP, ætlar at steðga íløgum í olju- og gassvinnu eitt nú Shell, at  “Symbolic action is gaining, which is not necessarily the right thing to do.” Og hann leggur aftrat: -Uttan feløg sum okkara, okkara royndir og vitan til tess at kunna broyta orkuskipanina, haldi eg ein kann siga, at grøna orkuskiftið fer at gerast uppaftur truplari og fer kanska heldur ikki at henda við tí ferð, sum er neyðug. Tí haldi eg, at tað er stórt spell, at langtíðar íleggjarar rýma frá einum felag, sum í veruleikanum gongur á odda á hesum øki.

Nú um dagarnar gjørdi ein av partaeigarunum í Shell, “Third Point” greitt, at hann ynskir, at Shell verður klovið í tvey feløg. Til hetta sigur Shell stjórin, at felagið arbeiðir innan alla virðisketuna og arbeiðir uppá longri sikt. Hann vísir eisini á tann stóra týdning, sum avtalan “North Sea Transition Deal” millum vinnu og myndugleikar hevur fyri at gera oljuvinnuna meira grøna. Hetta fer at vera við til at minka um útlátið frá framleiðsluni og at stuðla menningini av reinari orku frá vindmyllum og vetnisframleiðslu.   

-Eg haldi, at Norðsjógvurin og Atlantsmótið eru einastandi í orkuhøpi, ikki einans jarðfrøðiliga, men við nýggju avtaluni “North Sea Transition Deal” fara hesi øki helst at  ganga á odda, tá tað snýr seg um orkuskiftið og minking av útlátinum. Hann var annars vónsvikin av avgerðini hjá bretsku stjórnini ikki at taka undir við ætlanini í Skotlandi at menna eina kjarnu, nevnd “Scottish Carbon Capture Cluster”, sum skal fanga og goyma CO2 og ístaðin hava valt Wales og Norðurongland til hesa verkætlan. Kortini ætlar Shell framvegis at vera við til at gera hesa ætlan til veruleika.

Eisini áhuga fyri Føroyar

Tað er greitt, at avgerðin um útbygging av olju- og gasskelduni Cambo beint eystan fyri markið hevur eisini týdning fyri føroysku ætlaninar at leita eftir og menna kolvetni okkara megin markið. Tí grønt ljós til Cambo fer at merkja, at vit fara at síggja eitt undirstøðukervi við framleiðslupalli og gassrørleiðing fáar kilometrar frá føroyska landgrunninum. Tað fer at gera sjálvt smærri møgulig føroysk fund meira lønandi, um tey tá kunnu binda í hinumegin markið.

Eisini ætlaninar hjá bretum at veita streym umvegis vindmyllur til havs til bæði olju- og gasspallar við markið, kunnu hava áhuga í Føroyum, tá og um stórar vindmylnulundir til havs gerast veruleiki á føroyskum øki. Tað er í hvussu er eitt hugsað framtíðar scenario, at føroyskar havvindmyllur kunnu vera við til at elektrifisera í hvussu er teir pallarnar, sum liggja næst Føroyum. Endamálið við elektrifiseringini av pallum á Atlantsmótinum og í Norðsjónum er eitt av amboðunum at minka munandi um CO2 útláti.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder