Nú oljufeløg eru fyri atfinningum frá umhvørvisfólki, sum vilja hava tey heilt at gevast við at gera íløgur í olju og gass, boðar stjórin í einum av heimsins størstu kolvetnisfeløgum, Shell, frá, at tað fer ikki at henda, at feløg sum Shell fara at gevast við at gera íløgur í olju og gass. Tað ber als ikki til sigur Ben van Beurden, stjóri í Shell, við tíðindastovuna Ritzau. Hann leggur dent á, at tað er átrokandi neyðugt framhaldandi at brúka pengar til olju- og gassmenningina. Og uttan mun til hvat aktivistar siga, so er tað rætt at gera hesar íløgur í framtíðini, tí hetta er tað heimurin krevur. Vit hava rætt og slætt einki annað val, sigur hann.
Í juni í ár kunngjørdi Shell, at tað fór at gera íløgur í 35 nýggjar olju- og gassverkætlanir fram til 2025.
Men hetta merkir ikki, at Ben van Beurden ikki lurtar eftir mótmælunum ímóti kolvetnisframleiðslu. Sjálvur ber hann ótta fyri, at sjálvt partaeigarar hjá Shell fyritøkuni fella fyri ”demoniseringini” av olju og gassídnaðinum, sum hann málber seg. Kortini ger stjórin í Shell greitt, at felagið fylgir gongdini á orkuøkinum og ger íløgur í varandi orkukeldur um somu tíð sum fyritøkan heldur fram við sínum olju- og gassvirksemi. Í 2030-unum fer virksemið at fevna um olju og gass og elorku, sum hvørt fer at fylla 30%, meðan kemikaliur fara at fevna um 10%. Felagið hevur eisini eina langtíðarætlan um at gerast heimsins størsta elfelag. Shell hevur 112 ár á baki.
Felagið var partur av føroysku oljuleitingini eftir aldarskiftið. Í dag er felagið sera virkið beint eystan fyri føroyska markið, har tað saman við oljufelagnum Siccar Point Energy leggur til rættis útbyggingar av oljukeldum tætt við markið. Tað er tí neyvan ov nógv sagt, tá gitt verður, at føroyskir myndugleikar vóna, at Shell verður eitt av mongum oljufeløgunum, sum fara at søkja um leitiloyvi á føroyska landgrunninum, áðrenn 5. útbjóðing letur aftur 12. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald